Viljormur og Helsingborg taptu slagið um Skåne

Helsingborg hildu seg vera snýttar fyri eitt brotsspark í heimadystinum móti Malmö FF

Viljormur í Heiðunum Davidsen var í dag liðskipari hjá Helsingborg í heimadystinum móti Malmö FF í bestu svensku fótbóltsdeildini. 

 

Talan var um "Skånederby" - slagið um Skåne millum tvey tey søguríkasti fótbóltsfeløgini í sunnasta landslutinum í Svøríki, sum fram til 1658 varð partur av danska ríkinum.

 

Malmö FF vann prestisjufulla grannadystin 2-1.

 

Malmö legði seg á odda tá 17 minuttir vóru spældir. Fimm minuttir undan steðginum hildu teir í Helsingborg seg eiga greitt brotsspark, tá bólturin rakti hondina hjá Lasse Nielsen hjá Malmö FF í brotsteiginum, men dómarin metti støðuna øðrvísi.

 

Beint undan steðginum javnaði Amar Muhsin til 1-1. Malmö FF skoraði sigursmálið tá 63 minuttir vóru spældir av dystinum.

 

Brotssparkið sum Viljormur og liðfelagarnir vóru snýttir fyri fyllir rættiliga nógv í svensku ítróttarmiðlunum aftaná dystin.

 

Helsingborg liggur triðaftast í bestu svensku deildini við 17 stigum. Um Degerfors fær javnleik ella sigur í dystinum móti AIK í Solna seinni ídag. so fara teir í Degerfors framum Helsingborg á stigatalvuni.

 

Viljormur fer nú at ferðast til Litava, har Føroyar spæla Nations League dyst komandi hóskvøld klokkan 19.45. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.