Andre Villas-Boas er í hesu løtu settur sum nýggjur venjari hjá Chelsea, tað boðar felagið frá á heimasíðuni. 33-ára gamli Villas-Boas er ikki eldri enn leikarar sum Didier Drogba og Frank Lampard.
Hann er fyrrverandi hjálparmaður hjá José Mourinho og samanlíkningin er at fáa eyga á. Teir eru báðir úr Portugal og hava á ungum aldri vunnið bæði meistaraheitið, steypakappingar og evropsiskar kappingar við Porto. Teir hava eisini báðir arbeitt saman við Bobby Robson sála, umframt at Andre Villas-Boas hevur arbeitt undir José Mourinho í bæði Porto og Chelsea.
Andre Villas-Boas hevur skrivað ein trý ára sáttmála við Chelsea.