Villir, vakrir og mettandi urtagarðar

Hvat hendir við urtagarðinum, um tú letur vera við at sláa grasið? Hvussu nógvar gularøtur klárar tú at velta burtur úr einari grasplenu? Og ber tað til at fáa ein flottan urtagarð burturúr upprunaligum føroyskum blómum? Hava vit ov nógvar grasplenur í Føroyum?

 

5. oktobur fer Náttúrunetverkið, samskipað av Umhvørvisstovuni, at varpa ljós á tríggjar mátar at hava urtagarð – tann villa, tann vakra og tann mettandi – á almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum.

 

Náttúrunetverkið er eitt netverk av fakfólki, felagsskapum og privatpersónum, sum arbeiða við ella eru áhugað í føroyskum náttúruni. Umhvørvisstovan tók stig til at skipa netverkið í septembur í fjør og hevur samskipað netverksfundirnar hetta árið. Eftir almenna tiltakið 5. oktobur verður tað ein annar stovnur ella felagsskapur í netverkinum, sum fær samskipandi leiklutin.