Vindmyllan fremst á myndini misti bæði nav og bløð í nógva vindinum í gjárkvøldið.
Ein av vindmyllunum hjá SEV í Neshaga misti bæði nav og bløð í nógva vindinum í gjárkvøldið.
Talan var um ta norðastu av teimum trimum stóru Vestas-myllunum.
Óhappið hendi um sjey-tíðina í gjárkvøldið. Ein rennari, ið kom framvið, sá, at okkurt løgið var áfatt.
Boð vórðu send eftir Skálafjarðar Sløkkiliði, men tá sløkkiliðið kom á staðið, lá alt navið og bløðini í spønum á vøllinum.
Sløkkiliðið og løgreglan sperraðu økið av, so fólk ikki sluppu til myllurnar.
Skadda myllan fekk eisini skaða í ódnarveðrinum á jólum og hevur staðið still síðani.
Menn frá Vestas vóru í Føroyum í síðstu viku og tryggjaðu mylluna so væl sum teir kundu í fyrsta umfari.
Teir skuldu koma upp aftur hesa vikuna at tryggja hana betur.
Anders Nedergaard-Hansen, leiðari á framleiðsludeildini hjá SEV, sigur, at myllan var læst í skeivari positión í mun til vindrætningin.
Hann leggur tó dent á, at hon ikki kundi verið læst øðrvísi við tí skaða, hon fekk á jólum.
Fólk frá SEV og Tryggingarfelagnum Føroyar eru farin á staðið at meta um skaðan.