Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í síðsta dystinum í fyrsta triðingi av ársins landskapping í fótbólti. Tað verður á Svangaskarði, har altjóða dómarin Heini Ziskason Viðoy er 23. maður á vøllinum.
B68 hevur vitjan av ÍF. Felags fyri toftamenn og fuglfirðingar er, at hvørki liðið hevur higartil í ár hevur vunnið fulla úrtøku. Úrtøkan hjá báðum pørtum er eitt stig, og setningurin í kvøld er at vinna fulla úrtøku og leggja seg undir liðina á EB/Streymi, sum hevur fýra stig.
Á odda fyri B68 er Jákup á Borg, og á odda fyri ÍF er Jákup Martin Joensen. Teir eru vinmenn, men í kvøld eru teir eirindarleysir mótstøðumenn, sum hvør í sínum lagi royna at stýra sínum liði til sigur á Svangaskarði.
Í steypatapinum í Trongisvági var saknur í B68 málverjanum Tórði Thomsen. Í kvøld er hann aftur millum B68 stólparnar. Liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen er á beinkinum saman við eitt nú Jóhann Hansson Joensen og Karstin Clementsen.
Hjá ÍF er Tóri T Traðará í kvøld á beinkinum. Hann hevur áður verið í ÍF málinum, men hevur verið burturstaddur í eitt skifti. Aðrir á ÍF beinkinum eru Jóhann J. Højbro og Kasper Sommerstedt, sum var tvífaldur málskjútti, tá ið ÍF í 7. umfari megnaði 3-3 á útivølli ímóti B36. Ta ferðina vann ÍF fyrsta og higartil einasta stigið í ár.
B68 – ÍF kl. 18.00
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Petersen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Villiam Emil Klein
Venjari: Jákup á Borg
ÍF: Jákup Jónsson – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum – Elvio Gelmini, Bogi Reinert-Petersen, Tonni J. Thomsen, Gundur E. Petersen – Dánjal á Lakjuni, Uros Stojanov, Jhon Mena Perez
Venjari: Jákup Martin Joensen