Ein av teimum sjey kendu, sum samla pening inn til tiltakið Í menniskjum góður tokki, er fyrrverandi málmaðurin, nú útvarpsstjørnan, Tróndur Vatnhamar.
Meðan onnur hava skipað fyri tiltøkum, so sum konsertum, hevur Tróndur Vatnhamar valt at gera tað, sum hann vanliga ger - skipa fyri eini sms-kapping.
Hann hevur savnað vinningar saman frá fyritøkum og fólki ymsa staðni í Føroyum, og nú letur hann allar vinningarnar til ein persón. Ein persónur fer avstað við øllum, sigur hann.
Tað einasta, sum krevst, er at senda eitt sms við tekstinum BARN til 1940, og á tann hátt stuðla tiltakinum Meðan vit bíða við 50 krónum. Síðani má ein leggja kvittanina út á facebookvangan hjá Tróndi Vatnhamar, og so er ein við í lutakastinum.
Talan er um summarcruise frá Smyril Line, nátt á Hotel Føroyum fyri tvey, atgongumerki til Voxbotn og G! og mangt annað. Og ein heldur serligur vinningur - rosinan í pylsuendanum, kallar Tróndur Vatnhamar tað, og tað er uttan iva mest forkunnugi vinningurin - ein signerað troyggja frá Brandi Olsen, føroyska FCK-spælaranum.
- Hann vildi ikki vera nakað aftanfyri hini, og sendi mær eina troyggju úr Danmark, fyri at vera við í tiltakinum, sigur Tróndur Vatnhamar.
Vinnarin verður drigin á stóra endabrestinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Kykmyndin hjá Tróndi Vatnhamar, har hann greiðir frá øllum hesum, er her.