Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, sigur, at á vinnuliga økinum merkir kommunan ein ávísan íløguáhuga.
- Ein stórur vinnubygningur er júst bygdur á vinnuøkinum í Hvalvík, og vit hava eisini onkrar aðrar umsóknir um aðrar vinnubygningar, eins og onkur hevur søkt um at sleppa at byggja út.
Heðin Zachariasen sigur, at tað er í Hósvík, Hvalvík, Oyri, Norðskála og í Haldarsvík, at mesta vinnuvirksemi í kommununi er.
- Vit hava matvøru-og reiðaravirksemi í Hósvík, byggiídnaði,-maskinídnað, heilsølu og aðra vinnu í Hvalvík, fiskivinnuvirksemi á Oyri og alivirksemi í Haldarsvík. Haraftrat hava vit handilslív, matvøruvinnu og annan ídnað við Norðskála.
Borgarstjórin sigur, at umsókn er um útbyggingar í Hósvík og enn ein vinnubygning í Hvalvík.
- Vit hava sprongt nakað suðuri á havnalagnum í Hósvík og ætla at brúka ein part grótinum til fylling í Hósvík og Hvalvík, sigur Heðin Zachariasen.