Vinstri gloymir ikki minkmálið eftir komandi val

Nøsin, ið stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini geva forsætisráharranum, forðar fyri eini ríkisrættarsak – men bara fyribils

Komandi fólkatingsval, ið fleiri spáa verður longu í heyst, fer ikki einans at snúgva seg um, hvørt danir ynskja borgarligan ella sosialdemokratiskan politikk.

 

Tá danski veljarin skal aftur á fólkatingsval, skal hann eisini taka støðu til, hvørt Mette Frederiksen skal fyri ein dómara. Hetta sigur Sophie Løhde úr Vinstra í eini skrivligari viðmerking til Miðlarnar.

 

Mong hildu at málið fór at steðga við teirri ”nøs”, sum nú er givin, men so verður ikki, stendur tað til borgarligu andstøðuna.

 

- Nú vita vit, at teir reyðu flokkarnir halda, at rættarsamfelagið einans skal galda, tá tað snýr seg um politisk mótstøðufólk.

 

- Men so skjótt tað snýr seg um teirra fittu reyðu vinir og Mette Frederiksen, forsætisráðharra, so sleppur mann undan løgfrøðisligari ábyrgd og skyldum, sigur Løhde í viðmerkingini.  

 

At geva eina nøs er ein máti at formulera kritikk, men er ikki eitt politiskt amboð við praktiskari ávirkan og beinleiðis avleiðingum.

 

Krittikurin (nøsin) er ein avleiðing av frágreiðingini frá Minkkommisjónini, sum varð løgd fram í síðstu viku.

 

Har stóð millum annað, at stjórnin á einum tíðindafundi, har hon kom við boðunum um, at allur minkur mátti avlívast, framdi grova villeiðing av almenninginum og minkalarunum – heimildin var nevniliga ikki uppá pláss.

 

Tey Radikalu, ið er ein av stuðulsflokkunum hjá Mette Frederiksen, hava kravt, at stjórnin skrivar út val áðrenn 4.oktober.

 

Og nú tjóvstartar Vinstri so valstríðið við at koma út við sínum fyrsta vallyfti.

 

- Fáa vit ein bláan meiriluta eftir næsta val, skulu vit borga fyri, at Fólkatingið fær gjørt eina óhefta meting frá advokatum av kommissjónsfrásøgnini. Hetta verður gjørt í virðing fyri rættarstatinum og fólkaræðinum.

 

- Nú liggur avgerðin hjá danskarunum, sigur Sophie Løhde.

 

Advokatar skulu meta um, hvørt frágreiðingini sum nú fyriliggur, gevur grundarlag fyri at reisa ríkisrættarmál móti Mette Frederiksen. Sum støðan er í løtuni, er ikki meiriluti fyri at seta advokatar at meta um hetta.