Virði av fleiri perluportrum út gjøgnum lensiportrini

Hóraldur Joensen


Í Føroyum hava vit møguleika at fáa rættuliga fitt av livur upp á land. Av teimum 108669 tonsunum av botnfiski, sum vórðu landaði í 2005, kundu vit fingið 7607 tons (7%) av livur. Men landaði vóru einans 350 tons. Restin, 7257 tons, fóru í havið aftur. Við einum livraprísi ájavnt við 5 Dkr/kg, so var virðið av allari livurini góðar 38 milliónir kr.

Varð øll livurin brædd, so kundu vit fingið 3804 tons ((50 %) av lýsi. Smásøluprísurin fyri vanligt livralýsi sveiggjar nakað, men (150 -300) Dkr/kg er ikki heilt óvanligur kostnaður. Summi sløg kosta tó nakað meiri. Eitt lágt met (150kr/kg) av samlaða smásøluvirðinum av øllum livralýsinum verður sostatt 570 milliónir Dkr. Ynskja vit meiri fyri livurina og meiri arbeiði her á landi, so kundi lýsið verðið gjørt til vanligar lýsiperlur ella hylkislýsi (lýsikapslar). Smásøluprísurin fyri vanligt hylkislýsi og hylkislýsi við øktum innihaldi av EPA og DHA skiftir nakað, men ein príslega ájavnt við (500 -1000) Dkr/kg er vanlig. Eitt lágt met (500 Dkr/kg) av smásøluvirðinum av øllum lýsiperlunum er 1,9 milliardir Dkr. Talan er altso um dýrabarar perlur.
Fiskurin í havinum kring Føroyar er ogn fólksins. (Løgtingslóg nr. 28, § 2 stk. 1 frá 10. mars 1994, um vinnuligan fiskiskap, seinast broytt við Løgtingslóg. nr. 98, frá 19. august 2005). Í hesi lóg stendur millum annað at ” § 2 stk. 1…. Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga …til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið. § 10 Stk. 4. Tað er ikki loyvt at blaka veiðu fyri borð”. Synd er at siga, at kallarnir, ið hava fingið (ókeypis) veiðiloyvi og álit at varða av tilfeinginum kring Føroyar, lýða hesa lóg.
Umframt alt ráevnið, sum verður blakað í havið aftur, so er dygdin á landaða fiskinum versnað seinastu 10 árini. Hesum óskilinum eigur vanligi sjómaðurin ongan lut í. Flestu teirra, sum eru í (trol)fiskiskapi undir Føroyum, hava eitt sera stríggið lív, við tungum arbeiðsbyrðum, longum vaktum, og oftani lítlum og ongum svøvni. Syrgilig arbeiðsskipan. Nýmótans trælahald. Hóast vána umstøður, so megna fleiri av sjóhetjum okkara at taka nakað av livur til lands. Nei, vanligu fiskimenn okkara eiga ongan lut í vanskilinum.
Tað eru ábyrgdarar og (fyri)skiparar í høvuðsvinnuni, sum ikki megna sín leiklut. Hesum tørva hjálp. Hjálp til menning av veiðuhættum, so fiskurin í mest møguligan mun fæst livandi til lands. Á tann hátt fæst hægsta dygd á øllum úrdráttum úr, flaki, skræðu, høvdi, ryggi, innvølum og blóði. Søluprísurin fleirfaldast og óneyðugt verður at trároyna fiskastovnarnar. Men í einum landi, har stjórnin ikki vil nýta munagóða fíggjarorku til rannsóknir og reistur (menning, framburð) har parlamentið nýtir drúgva og dýrabara tíð til at kjakast um eitt nú avgjald á grønar sukurlátakeks, kiosk-opningartíðir sunnumorgnar í Havn ella paragraff 266b, heldur enn at leggja eina greiða støðufasta granskingar- og menningarpolitiska kós 15-20 ár fram í tíðina, har verður vinnulívið merkt av skilaloysi. Fylgjan er búskaparliga skaðilig fyri land og tjóð.
Ár eftir ár verður veiða, fólksins ogn, beinleiðis burturblakað, hóast virki stendur tilbúgvið at taka ímóti. Talan er um mat og ráevni til virðismikla heilsuvarðveitandi, heilsufremjandi og lívsdygdhevjandi føði, sokallaða funkuføði (functional food). Himmalrópandi óskilið heldur fram ótálmað, samstundis sum almennu og frelstu Føroyar dovisliga venda tyggigumminum og við syvjandi hálvopnum eygum líkasælar hyggja at, meðan útvinnumøguligu dýrabaru tjóðarperlurnar úr lýsi verða fyribeindar, lógir lands lítilsvirdar, og grundleggjandi moralskar og etiskar reglur ryggbrotnar.





Rætting til: Lýsi læru lættir: DHA (docosahexaenoic acid, 22:6omega3) ístaðin fyri DHA (docosapentaenoic acid, 22:6?3)