Kl hálvgum tvey sunnunáttina fekk Alarmsentralurin í Havn boð um, at eldur var í handilsbygninginum hjá Damor á Argjum. Tá løgreglan og sløkkiliðið kom á staðið fáar minuttir seinni, stóð allur bygningurin í ljósum loga og í rapportini hjá løgregluni stendur, at kl tvey stóð login upp gjøgnum takið.
Hóast kanningar eru gjørdar, so er tað ikki eydnast løgregluni at staðfesta orsøkina til eldin. Tí eru brandteknikarar frá ríkispolitinum komnir til Føroya at kanna eldin.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað er vanlig mannagongd at fáa serkøna hjálp tl síkt, tá talan er um so stórar eldar, og at tað ikki mistanki um eldáseting, ið er orsøkin til tess.
Sløkkiarbeiðið tók drúgva tíð, og sunnudagin seinnapartin reyk framvegis úr bygninginum.
Virði fyri fleiri milliónir fóru upp í royk í eldinum.