Virkið eldrafelag í Skotlandi

Eldrafelagið Nón í Runavík hevur fleri ár rað verið uttanlandsferð. Nú Norröna er byrjað at sigla til Skotlands, gekk leiðin sjálvandi tann vegin Tey eldru í Runavíkar Kommunu eru sera aktiv. Á hvørjum ári verður savnað inn til uttanlandsferð, sum tey Eldrafelagið Nón skipar fyri á hvørjum ári. Í ár gekk leiðin til Skotlands á karavan-feriu og við einari nátt á slotti.

Áhugin fyri ferðini var sera stórur, og tað endaði við at tað blivu tveir bussar við heili 65 fólkum, ið fóru avstað 2. juli við Norrönu við kós móti Scrabster. Tey búðu í feriustaðnum Embo við tann gamla, lítla býin Dornoch, har kenda amerikanska sangarinnan, Madonna, giftist fyri nøkrum árum síðani. Ein av vitjanunum var í gomlu kirkjuni til guðstænastu hjá sama presti, ið vígdi Madonnu og skotska mann hennara.

Eingin Skotlandsferð uttan vitjan á Loch Ness, og sjávandi var ein av útferðunum til kenda vatnið við ódjórinum, sum skotar vita nógva søgur um, men sum ivaleyst verður mest nýtt til at lokka ferðafólk tann vegin. Ikki tí, skotska náttúran er sera vøkur, og tað er Loch Ness, ið er næststørsta vatn í Skotlandi , eisini.

Ferðalagið kom heimaftur 11. juli. Sosialurin fer í einum komandi útgávu at gera meiri burtur úr ferðini hjá teimum eldru í Runavík og har á leið.