Í 2021 fekk Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d.-lesandi, ársins miðlaheiðursløn.

Vísindavøkan: Miðling í miðdepilin

Vísindavøkan 2022 endar við tiltaki, sum fagnar góðari miðling av gransking.

Í 2021 fekk Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d.-lesandi, ársins miðlaheiðursløn.

Tað krevur serlig evni at miðla gransking til fólk flest. Ymsu granskingarøkini hava nógv og serlig fakorð. Vísindaligar frágreiðingar verða oftast skrivaðar til samstarvsfelagar, sum kenna økið og ymsu fakorðini. Í almennari miðling skulu hesi fakorðini og økið lýsast í heilt øðrum máli. Ofta skal hetta eisini gerast stutt og uttan ov nógvar smálutir. Tað er ein stór avbjóðing fyri flestu granskarar.

 

Miðlatiltakið byrjar í dag kl. 15.00. Fyrst er snarrøðukapping. Nakrir granskarar fara stutt og greitt at siga eina søgu um tað, sum frammanundan er lýst á eini plakat á granskingarmáli, soleiðis at øll skilja hetta. Hetta fáa teir 150 sekund til. Ein dómsnevnd kjósar vinnaran, sum fær heiðursløn.

 

Áðrenn vinnarin av snarrøðukappingini verður kosin verður okkurt undirhald á skránni. Hvat hetta er, verður avdúkað á staðnum.

 

##med2##

 

At enda verður ársins miðlaheiðursløn handað. Hetta er eitt herðaklapp, sum verður latið granskara ella øðrum, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.

 

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.

 

 

 

Í 2021 fekk Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d.-lesandi, ársins miðlaheiðursløn.

Í 2021 helt Helma Maria Tróndheim, ph.d.-lesandi, bestu snarrøðuna.