At supplyskipini, ið arbeiða vestan fyri Hetlandi, nú leggja leiðina til Føroya, er sera áhugavert. Tað merkir fyri tað fyrsta, at her verður nakað av virksemi, og harnæst sigur tað okkum nakað um, hvussu nær oljuvinnan er Føroyum. Tað ljóðar, at fleiri boripallar eru nær markinum og bora úti á djúpum vatni, tvs. í økjum, sum helst líkjast nógv tí, sum finst her hjá okkum. Okkum kunnugt hava oljufeløgini Conoco og Arco boring í gongd í Hvíta økinum,har bretska stjórnin fjør gjørdi av at designera sum sítt øki. Har er olja funnin, og tað er tí sera áhugavert at vita, hvat feløgini fara at finna, nú tey ætlandi skulu til at bora enn nærri markinum. Eisini vita vit, at oljufelagið Mobil er í ferð við eina sera áhugaverda boring úti á sera djúpum vatni, eitt sindur longur norðuri. Hetta er áhugaverd gongd og undirstrikar vitjanin hjá Mærskskipinum í Havn í gjár nettup stóra álvaran í tí, sum er við at henda nær okkara marki.
BAKSÍÐAN á medaljuni er so tann sannroynd, at tað enn ikki hevur eydnast at fáa eitt landgrunnsmark, sum aftur kann lata upp dyrnar fyri tí fyrstu útbjóðingini á føroyskum øki. Árni Olafsson segði við Útvarpið í gjár, at einki hendir í ár men hvørgin partur ynskir at fara til Haag. Tá man veit, at útbjóðing á føroyskum øki er nær tengd at júst marknamálinum, og tað framvegis ikki er loyst, so er greitt, at útbjóðingin, sum varð ætlað at fara í gongd í vár, helst kann blíva seinkað.
SPURNINGURIN er so, hvørja ávirkan hetta kann fáa á áhugan hjá oljufeløgunum. Hvussu leingi vilja tey bíða fyri at sleppa í gongd? Vilja tey smærri og meðalstóru oljufeløgini taka seg aftur, so vit ?bert? hava tey stóru feløgini eftir, og hvat fer slík gongd at merkja fyri leitingina? Tað hevur verið sagt frá Oljufyrisitingini, at tað hevur týdning, at tað eru nógv feløg, sum eru við í leitingini, tí harvið eru møguleikarnir fyri at finna olju størri. Oljuprísurin spøkir eisini. Eru oljufeløgini verri fyri at gera íløgur her og ger lágur oljuprísur okkara støðu verrri í so máta? Alt spurningar, sum eru áhugaverdir at venda í hesum døgum - og vitjanin av einum av stóru Mærskoljuskipunum setir eisini nógvar tankar í gongd.