- Vit umrøddu støðuna og svarið hjá Sirið Stenberg. Vit vórðu samd um, nú kommunuvalið nærkast, at vit virða avgerðina í fyrstu syftu og halda fram í VEKS.
Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommuna, eftir at Vestmanna bygdaráð í síðstu viku hevði sín fyrsta fund eftir, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sýtti at ganga umsóknini hjá kommununi, um at sleppa úr VEKS-samstarvinum, í møti.
Borgarstjórin í Vestmanna kommunu leggur tó dent á, at hóast tey virða avgerðina, so geva tey ikki upp.
- Vit arbeiða víðari við málinum. Men støðan í løtuni er tann, at vit spurdu, um vit sluppu úr samstarvinum, men frá landsstýriskvinnuni hava vit fingið at vita, at VEKS ikki kann fara í søguna.
Ein møguleiki, ið Vestmanna kommuna ikki hevur roynt, er at fáa upptøku í einum øðrum samstarvi. Tað liggur tó ikki í kortunum sambært borgarstjóranum.
- Vit hava aldrin viðgjørt at fara upp í nakað annað samstarv. Vænti heldur ikki, at tað verður ein møguleiki. Samstarvið virkar gott í VEKS, trupulleikin er bara, at vit eru ónøgd við fíggjarliga leistin í samstarvinum.