Nú sokallaða sjálvstýrissamgongan hevur mannað landsstýrið í umleið átta mánaðir hava vit spurt Sámal Petur í Grund, formann í tingbólki sjálvstýrisfloksins, hvat hann heldur um gondina í fullveldismálinum!
-Lat meg fyrst siga, at eg sjálvur var tann fyrsti, sum skjey upp eina slíka samgongu. Tað var á einum veljarafundi í Eysturoynni stutt fyri valið. Vit halda annars, at hetta er nakað, sum má ganga skjótt, tí vit hava jú bert avmálda tíð sum samgonga. Men vit mugu ongantíð yvirhála tað forsvarliga. Og tað haldi eg heldur ikki vit hava gjørt.
-Nú hoyra vit bæði í tinginum og aðrastaðni, at ein stórur partur av almennu fyrisitingini er vorðin lagdur lamin, tí allar kreftir skulu brúkast til at arbeiða við og innrætta samfelagið til fullveldi!
-Um tað er rætt veit eg ikki, men tað er greitt, at alt, sum nú verður gjørt, má verða við atliti til tær ætlanir tú hevur politiskt.
-Sær tú tann møguleikan fyri tær, at arbeiðsbólkarnir, sum eru settir, kunnu koma til ta niðurstøðu, at fullveldisætlanin ikki er haldbar?
-Sjálvandi kunnu nevndirnar koma til ta niðurstøðu, hóast eg ikki trúgvi uppá tað sjálvur. Eg havi eina turkatrúgv uppá, at vit klára okkum væl og virðiliga við fullveldi. Vit hava m.a. í samgonguskjalinum treytað okkum, at tað skal vera hildin fólkaatkvøða um málið, soleiðis at tú ikki mást leypa tvørtur um uttan at hava fólkið við.
Stór krøv til upplýsing
Sámal Petur í Grund leggur aftrat, at hetta aftur krevur av samgonguni, at hon upplýsir og kunnar um gongdina alla tíðina, so fólkið er trygt við støðuna. -Sjálvur haldi eg, at hetta setir ómetaliga høg krøv til kunnan og upplýsing, og eg skal viðganga, at eg ivist stórliga í, um tað verður kunnað nokk um málið og gongdina.
Sámal Petur í Grund vísir á, at tað í sambandi við, at Grundlógarnevndin fer í gongd við sítt arbeiði, verður tosað um hoyringar. -Eg kundi gott hugsað mær, at fólkið fekk eitt sindur meira upplýsing um, hvussu langt man er komin á fullveldisleiðini - hvønn veg peikar tað, sum higartil er komið fram. Tað tú hoyrir er bert okkurt tjak í løgtinginum, sum so verður endurtikið í bløðunum ella í loftmiðlunum.
Uppá fyrispurning hvussu hetta skuldi verið gjørt sigur Sámal Petur í Grund, at tað átti at verið skipað fyri kunnandi fundum. Landsstýrið kundi saktanst fyriskipað hesum ella samgonguflokkarnir í felag líka so væl sum at ein einstakur flokkur ger tað.
Sámal Petur í Grund vísir á, at tað nú hevur verið arbeitt við hesum í eina tíð, og heldur hann, at fólk longu nú hava krav uppá at kunna seta spurningar og fáa svar - um ikki heilt íøkilig og liðug svar, so kortini ábendingar um nøkur ting.
Tingmaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum viðgongur, at nógv av kanningararbeiðinum er nústaðni sett í gongd og tí er tað ringt at koma við nøkrum úrslitum, men kortini heldur hann, at tað átti at borið til at komið við ávegis úrslitum.
-Eg merki tað, tá eg tosi við fólk, at tey eru eitt sindur ørkymlað - frustrerað. Tú sær, at fólk tekur støðu út frá onkrum, sum hendir. Takið bara hetta málið við skipinum Frøyanesi - út frá tí hoyrir tú fólk siga, at nú atkvøða tey ikki fyri fullveldi. Ella vit taka málið um landsverkfrøðingsstovnin. Fólk knýta slík mál uppí spurningin um fullveldi, hóast hesi tingini fyri so vítt hvørki hava eitt ella annað við fullveldi at gera.
Sámal Petur í Grund heldur tó ikki, at fólk sum heild í dag eru minni positiv fyri fullveldisætlanini enn eftir valið. Hann heldur, at hóast fólk nú kanska eru meira ivasom um fullveldi enn tey vóru við valið, so metir hann kortini, at tað er fleirtal fyri tí. Hann vísir á, at tað í øllum flokkum finnast fólk, sum ynskja fullveldi.
-Men sær tú ikki fyri tær, at tað verður torført at fáa ein meiriluta av fólkinum fyri fullveldinum tann dag fiskurin minkar, prísirnir falla og vit kanska fáa staðfest, at eingin olja er í undirgrundini?
-Tað geri eg ikki. Tað er har eg haldi, at upplýsingin má til. Henda upplýsing skal sjálvandi eisini fevna um teir veruligu vandar, sum eru og kunnu koma aftrat. Og hvat hendir í samfelagnum, um trupulleikar taka seg upp.
-Men nú umsita tit í sjálvstýrisflokkinum tað størsta økið á fíggjarlógini, nevniliga almanna- og heilsuøkið. Hava tit nakað ítøkiligt boð uppá, hvussu man kann spara á almanna- og heilsuøkinum í krónum og oyrum, tá vit taka stig til fullveldi og hava fingið fullveldi fult út?
-Allir flokkar mugu sjálvandi koma við sínum boð uppá, hvussu samfelagið kann rekast, tá vit fáa fullveldi.
-Men hava tit ikki eina trupla uppgávu, um tit sum umsita størsta málsøkið á fíggjarlógini bæði skulu varðveita vælferðina og ganga á fullveldisleið, sum eftir øllum at døma inniber skerjingar?
-Hatta við skerjingunum haldi eg vit skulu bíða at svara til vit síggja, hvat kanningarnar vísa, og hvørjir møguleikar verða fyri at fáa pengar, sum skulu koma ístaðin fyri blokkin. Og har nyttar tað sjálvandi ikki at brúka flosklar. Eg veit heldur ikki í løtuni, hvar pengarnir skulu koma frá, men eg veit, at fortreytirnar eru so góðar í Føroyum sum kanska onga aðrastaðni, at tað ber til.
Hvat viðvíkur kanningunum so vónar Sámal Petur í Grund, at teir, sum gera kanningarnar, ikki eru blindir fyri, at tað kunnu vera vansar á vegnum, og at tað ikki barea verður tagt burtur.
-Tað vildi verið at hildið fólk fyri tað turra spott, um vit í samgonguni rætt og slætt bíløgdu eitt úrslit, sum júst hóvar okkum.
-Tað vit oftani hoyra frá flokkum í landsstýrinum er, at tað skulu játtast fleiri pengar til tey ymsu økini!
-Tað vit hoyra er, at vit hava eina milliard kr. minni at ráða yvir, tá blokkurin er vekk. Men tað trúgvi eg ikki er rætt. Tað at vit missa blokkin er ikki okkara størsti trupulleiki. Hesin er er, at vit hava eina monobúskap. Trupulleikin er tann, at útsvingini í fiskarínum eru so greflig. Tosar tú so um avreiðingarvirðini av fiskinum vit missa, so hoyrir tú bara hetta øgiliga talið, og so siga fólk, at tað ber ongantíð til. Men avreiðingarvirðið er ikki tað, sum landskassin missur, men ein lítil prosentpartur av tí.
Sámal Petur í Grund sigur, at hóast vit hava henda trupulleika við bara at hava eina høvuðsvinnu, so átti eitt land, sum er so ríkt sum okkara, sum hevur ein so lítlan part at røkja av tí samlaðu víddini, ið er omanfyri sjóvarmálan og við so fáum fólkum at metta, at kunnað verið eitt paradís.
Oljan komandi og farandi
Tingmaðurin gevur ikki fyrrverandi formanninum í Ráðgevandi Nevndini, Niels Skak-Nielsen rætt, tá hesin sigur, at Føroyar bert kunnu fáa fullveldi við oljuinntøkum.
-Oljan kann vera góð í eini broytingartíð og til at konsolidera samfelagið við, men fara oljupengarnir inn í raksturin av samfelagnum, so ganga vit beint móti fallitini. Annars er oljan bara nakað, tú hevur í eina avmarkaða tíð, tí er hon heldur ikki nakað tú kanst byggja eitt fullveldi uppá.