Klaksvík: Seinnapartin í morgin kann EIK flyta virksemið sítt í ein nýggjan og snotuligan bygning í miðbýnum í Klaksvík.
Talan er um ein stóran deildarbygning í tveimum hæddum, har virksemið hjá EIK fer at verða í framtíðini.
Hóast tað ikki stendur so væl til fíggjarliga í Klaksvík, metir Hilmar Sam Lamhauge tað ikki vera skeivt at byggja ein slíkan bygning beint nú.
- Bygningurin liggur sera væl fyri – miðskeiðis í býnum, beint við standmyndina og er eitt satt prýði fyri býin.
- Eg havi eisini skilt, at fólk eru sera fegin um at bygningurin tekur seg so væl út í landslagnum, staðfestir deildarleiðarin hjá EIK í Klaksvík.
Tey hava valt at gera nógv burtur úr hesum bygninginum, sum eisini skal vísa fólki í økinum á, at EIK framvegis fer at verða ein týðandi partur av menningini í økinum – eisini nú, ið fíggjarkreppa er kring heimin og í tí lokala økinum.
- Klaksvík fer heilt víst at reisa seg aftur!
Bjartskygni
Sum peningastovnur er EIK annars nýggjur í Norðoyggjum.
Virksemið byrjaði ikki fyrrenn í mars mánaði í 2006 í leigaðum hølum. Síðani tá er virksemið økt ár undan ári, og nú er tíðin komin hartil, at tey vilja staðfesta, at tey eru komin fyri at verða í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.
Tá talan er um fiskivinnuna, er altíð talan um upp- og niðurgangstíðir, og soleiðis er eisini í Klaksvík í løtuni. Her er so at siga einki fiskaarbeiði og spurningurin er, um býurin ikki fer at missa seks av trolarum sínum í næstum.
- Tíðirnar eru broyttar nógv, síðani vit byrjaðu her. Men vit síggja kortini bjart uppá framtíðina.
- Vit ivast onga løtu í, at tað fer at ganga gott aftur, staðfestir Hilmar Sam Lamhauge.
FAKTA
Nýggi EIK-bygningurin í Klaksvík
EIK byrjaði virksemið sítt í Norðoyggjum í mars mánaði 2006
Arbeiðið við nýggja bygninginum byrjaði á heysti í fjør.
Teknistovan hjá Árna Winther hevur teknað bygningin, sum verður tikin í nýtslu fríggjadagin 28. november
Bygningurin er í tveimum hæddum, umleið 300 fermetrar hvør, og fer at hýsa virkseminum hjá EIK og hjá INNI
Seks fólk starvast á deildini hjá EIK í Klaksvík