- Vit fáa eitt mál

Seinnapartin í gjár var hann í studio á Rás 2, har tosað varð um landsdystin seinni í dag.

Sigurd Vang hevði millum annað lisið fronsk bløð og hvat tey siga frammanundan dystinum.

Sigurd vil kortini ikki geva nakað boð um hvat úrslitið av dystinum verður.

Men hann væntar tó, at føroyingar fáa eitt mál.

- Vit skoraðu jú ímóti Italien. Og tað gera vit eisini ímóti Fraklandi seinnapartin, sigur hann avgjørdur.