? Vit fáa ikki hjálpt Marjuni

?Tað er rætt og slætt ein ómøgulig uppgáva hjá okkum at útvega hvørjum einstøkum bogarar tak yvir høvdið. Men vit hava sett okkum eitt djarvt mál og tað er at nøkta tørvin á grundstykkum, sigur borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen

 

Íbúðarneyð


? Vit fáa tíverri ikki hjálpt Marjuni at fáa eina íbúð.

Jan Chrsitiansen, borgharstjóri í Havn ásannar, at hann fær onki gjørt fyri at hjálpa Marjuni Joensen og hennara fýra børnum at fáa tak yvir høvdið.

Vit hava biðið hann um viðmerking til neyðarrópið hjá Marjuni Joensen í Havn í Sosialinum í gjár. Hon er einsamøll mamma at fýra børnum og er húsvill. Søgd upp at fara úr húsunum á Norðasta Horni í gjár, 1. juni. Hon hevur ongastaðni at fara. Hóast hon hevur gjørt alt, ið stendur í hennara makt, hevur hon onki annað fingið at búgva í og skal hon tí ikki enda á gøtuni, sær hon tí ongan útveg enn at blíva verandi í húsinum, til hon verður tveitt út við makt.

?Vit vita, at íbúðar neyðin í Havnini er ómetaliga stór. Men tað kann ikki vera okkara okkara uppgáva at útvega hvørjum einstøkum borgara tak yvir høvdið, tí tað er rætt og slætt ein ómøgulig uppgáva, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.

Fóru vit í holt við tað, høvdu tað skjótt staðið túsund fólk inni í Býráðnum við kravi um at fáa íbúð og tað er ómøguligt

Men hann ásannar, at íbúðarneyðin í Havnini er stór.

?Vit eru fullgreið yvir trupulleikan og tað er eisini raðfest rættiliga frammaliga í arbeiðnum hjá býráðnum at útvega fleiri bústaðir til fólk.

? Vit hava sett okkum tað djarva mál í Býráðnum, at vit skulu nøkta tørvin á grundstykkjum, so tað arbeiða vit við av fullari kraft.

Hann sigur, at býráðið hevur tveir mátar at loysa hendan trupulleikan upp á.

Annar er at byggja sosialar íbúðir í stórum blokkum, sum vit kenna tað úr Grønlandi, men tað ætlar Býráðið ikki, tí vit halda ikki at tað er rætt at stúgva fólk saman í lítlum íbúðum.

? Vit ætla ikki, at skattaborgarin skal beala fyri at útvega øðrum íbúðir, men vit royna eisini at byggja øðrvísi, so at fólk, sum ikki vilja byggja, kunnu leiga. Sí eisini greinina um 400 nýggjar íbúðir í Havn.

Hinbegin ætlar býráðið at skapa karmar og at útvega stykkir, sum onnur kunnu byggja á, tí vit halda ,at tað er rættast, at fólk gjalda tað, sum tað kostar at byggja, ella at leiga, sigur Borgarstjórin í Havn.