Hósdagin skrivaðu Handverkarar og handverksmeistarar undir nýggjan tvey ára sáttmála, eftir tvey døgn í samráðingarhølunum.
Semjan sigur m.a., at sveinalønin 1. oktober 2001 hækkar við 6,80 krónum um tíman til 101,40 um tíman. Tann 1. oktober 2002 hækkar sveinalønin aftur við 6,80 til 108,20 um tíman.
Ikki løn sum ætlað
Frammi hevur verið, at handverkarar høvdu sett nøsina upp móti eini løn uppá 115 krónur um tíman og at hetta krav var samtykt á fundi í Føroya Handverkarafelag. Um hetta ikki bleiv, so kom verkfall upp á tal.
Men hesum afturvísir formaðurin í felagnum, Poul Øregaard.
- Hattar passar ikki heilt, tí vit hava einki lovað, men vit hava líkasum loddað dýpið millum limirnar. Men satt er, at ynskiligt var við eini 115 krónum um tíman og at vit ikki mettu hetta ynski veruleikafjart, sigur Poul Øregaard.
Poul Øregaard vil ikki rættiliga brúka orðingina, at handverkarar hava slakað í krøvum sínum mótvegis handverksmeistarunum.
Góð hækking í prosentum
Hann sigur um samráðingarnar, at trupult var at koma longur, tí mótparturin, meistararnir, læstu seg fastar. Hann leggur afturat, at tað ger ikki støðuna lættari, at formaðurin í Hamdverksmeistarafelagnum eisini er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
- Men munurin millum okkum og Føroya Arbeiðarafelag er størri nú, enn hann var, sigur Poul Øregaard.
Hann sigur annars um samráðingarnar, at tær vóru sera truplar og at teir vóru uppsettir uppá verkfall. Men hetta fór neyvan at loysa seg, tí prosentvís var lønarhækkingin góð. Poul Øregaard vísir eisini á, at flestu arbeiðsgevarar gjalda meira, enn ásettu lønina, so í veruleikanum verður samráðst um eina minstuløn.
- Vit fóru ikki út sum nakrir taparar, sigur Poul Øregaard.
Semjan
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður greitt frá semjuni og meistararnir siga har m.a., at teir valdu at taka við semjuni, hóast hon er høg, vísandi til lønarhækkingarnar í samfelagnum annars í ár.
Semjan sær soleiðis út:
Sáttmálarnir millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna,
sum fóru úr gildi 1. oktober 2001, verða longdir við 2 árum til 1. oktober 2003 við niðanfyri standandi broytingum:
Lønarhækkan (grein 5)
Tann 1. oktober 2001 hækkar sveinalønin við 6,80 kr. um tíman til 101,40 kr. um tíman. Tann 1. oktober 2002 hækkar sveinalønin aftur við 6,80 kr. um tíman til 108,20 kr. um tíman.
Bakarar yvirtíð (grein 6, stk. 8)
Grein 6, stk. 8 verður broytt soleiðis: "Fyri at arbeiða frá kl. 4.00 til kl. 7.00 fáa bakarar 65 kr. eyka um tíman vanligar yrkadagar og 100 kr. eyka leygardag og halgidag. Bakarar fáa frí arbeiðsklæðir".
Limagjald (grein 15)
Verandi orðing í grein 15 verður strikað og henda orðing sett í staðin:
"Stk. 1 Á hvørjum arbeiðsplássi kann verða avtalað, hvørt meistari skal eftirhalda limagjald hjá limum hjá handverkarafeløgum.
Stk. 2. Vanligur meirluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.
Stk. 3. Verður avtalað, at meistari skal eftirhalda limagjald, verður hetta at rinda til avvarandi handverkarafelag eftir nærri avtalu."
Akkord (grein 25)
Grein 25, stk. 1 broytast soleiðis: Har arbeiði og umstøðurnar eru til tess, at akkord er gjørlig, skulu meistarar og sveinar fáa akkord í lag? (restin óbroytt).
Partarnir eru samdir um at gera standardavtaluseðlar og møguliga ein prískurant.
Grein 36 verður broytt soleiðis:
Stk. 1 Verður ósemja um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, skulu feløgini samráðast um arbeiðs- og lønarviðurskifti hesum viðvíkjandi, áðrenn farið verður til nevndarviðgerð.
Stk. 2 Allar trætur um rættu fatan av sáttmálanum verða avgjørdar av eini nevnd.
Stk. 3 Hvørt felag sær velur 2 limir til nevndin. Kemur nevndin ikki ásamt, verður dómarin ella annar av honum nevndur persónur uppmaður. Hansara avgerð verður at taka til fulnar.
Fastlønarsáttmálin: § 10, stk. 2, 3 og 4 verða strikað.
Tórshavn tann 18. oktober 2001
Føroya Arbeiðsgevarafelag Landsfelag Handverkaranna
Føroya Handverksmeistarafelag Føroya Handverkarafeag