Vit fylla 30 ár - og geva 30% í avslátti árið út

Nú veturin stundar til, og vegirnir gerast skitnari, hevur tað stóran týdning, at bilurin verður klárgjørdur, og lakkið verður vart við einari álítandi lakkviðgerð, sum samstundis ger bilin nógv lættari at halda reinan.

 

 

Í ár eru 30 ár liðin, síðan Reyni Service stovnaði TidyCar, sum veitir tænastur til bilar, eitt nú polering, lakkviðgerð og reingerð av bilum. 

 

Tikið varð sera væl ímóti hesi tænastu, og gjørdist TidyCar skjótt eitt heiti fyri bilreingerð manna millum, og er tað helst enn. Fólk hava verið sera væl nøgd við dygdina á tænastuni og við góða úrslitið.

 

Henda tænastan hjá Reyni Service skifti í 2018 navn til Ditec, tó framhaldandi við dygdarvørum og somu góðu tænastu sum áður.

 

Ditec lakkviðgerð er slitsterk og gevur ein flottan glans, sum heldur í fleiri ár. Talan er um ymiskar lakkviðgerðir, har serliga keramiska lakkviðgerðin er sera mótstøðufør til føroyska veðurlagið. 

Nú veturin stundar til, og vegirnir gerast skitnari, hevur tað stóran týdning, at bilurin verður klárgjørdur, og lakkið verður vart við einari álítandi lakkviðgerð, sum samstundis ger bilin nógv lættari at halda reinan.

 

##med2##

 

Ditec kann veita tær eina fullfíggjaða viðgerð av bilinum, bæði innan og uttan - ella at viðgerðin verður sett saman eftir tínum ynski og tørvi. Kundi tú bara hugsað tær eitt vanligt bilvask innan og uttan, so ger Ditec eisini tað. 

 

Góð tænasta hevur nógv at siga fyri Ditec. Starvsfólkini hava sett sær sum mál at vera kend fyri at geva viðskiftafólki eina dygdargóða tænastu á høgum støði.

 

- Øll eru vælkomin í Brekkutún 5 til eitt gott bilviðgerðarprát og ein kaffimunn - ella at vitja heimasíðu okkara www.ditec.fo og síggja okkara góðu viðgerðartilboð. Við meira enn 30 ára vitan og royndum, eru vit helst ein tann royndasta biltænastufyritøkan í Føroyum, sigur Terje Vestergaard, leiðari hjá Ditec í Hoyvík.

 

Terje Vestergaard leggur aftrat, at Ditec í Hoyvík bjóðar 30% í avsláttri árið út í samband við, at tænastan í ár hevur 30 ár á baki.

 

##med3##

 

 

 

Lýsing hjá TidyCar í 1991.