Liðskiparin hevur í kvøld endaliga staðfest fyri Norðlýsinum, at hann flytir av landinum og ikki heldur fram í KÍ, eftir hetta kappingarárið. Tað merkir, at KÍ skal hava ein nýggjan áleypara.
Les eisini: Fleiri vilja hava Patrik heim
Tað hevur í eina tíð ljóðað, at Patrik Johannesen er í hol við at skifta aftur til føroyskan fótbólt, eftir eitt misjavnt kappingarár í Florør, sum stríðist í botninum í næstbestu deildini í Noreg.
Sum skilst, so hevur hann verið bjóðaður fram í feløgum sum HB, B36, Víkingi og KÍ. Nú ljóðar, at KÍ er felagið, sum er nærmast við at tryggja sær tvøramannin, sum fyri einum ári síðani skoraði 16 mál fyri B36 í bestu deildini.
B36 hevur fingið sín áleypara í Brian Jakobsen, meðan HB hevur strammað lønarpolitikkin so nógv, at tað gongur strilti at fáa spælarar sum Brynjar Hlöðversson og Lasse Andersen at leingja sáttmálan.
Tí bendir nógv á, at um Patrik Johannesen kemur aftur til føroyskan fótbólt, so er KÍ í løtuni odda í kappingini um framherjan. Hann hevur tó sáttmála í eitt kappingarár afturat í Florø.