Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið
.....
Innlit í og kunning um øll viðurskifti hjá tí almenna og alt arbeiði, sum verður gjørt fyri skattaborgararans pengar, er eitt sjálvsagt krav í dag. Nakrar avmarkingar eru, men vit hava í stóran mun bæði rætt og møguleika at fylgja við í, hvat almennir stovnar, nevndir og ráð fáast við og taka avgerðir um.
Vit eru langt frá komin har til enn, at øll klára ella vilja liva upp til hetta krav, men tað gongur rætta vegin, ikki minst við hjálp frá fjølmiðlunum og Løgtingsins Umboðsmanni.
Eitt er, at fólk hava krav uppá góða og sakliga kunning. Eitt annað er, at tað næstan uttan undantak eisini tænir avsendaranum minst líka væl at syrgja fyri at kunna avvarðandi partar og oftast eisini almenning skjótt, greitt og ítøkiliga fyri at tryggja sær, at søgan vendir tann vegin, hann ynskir. Vantandi kunning ella uttanumtos, skapar hol, tómrúm, sum verða fylt við gitingum, sum skjótt verða til illgitingar. Er skriðan lopin, er sera trupult at koma aftur á beint, tí søgurnar fáa egið lív, og avsendarin fær oftast ikki forklárað seg, uttan at gera ilt verri.
Dømini eru mong, bara seinastu vikuna, har høvuðspersónar í málum hava gjørt sær sjálvum og samfelagnum eina bjarnatænastu við ov vánaligari kunning.
Fyrstaplássið, frammanfyri meiriluta og minniluta í Málráðum, eigur nevndin fyri Atlantic Airways. Hon hevur eftir mínum tykki gjørt sær lívið óneyðuga súrt við at senda stjóran til hús eitt leygarkvøld uttan líkinda almenna grundgeving. Tað er dekan ov tunt at skjóta seg undir, at avgerðin mátti kunngerast so skjótt hon varð tikin, orsakað av at felagið er børsskrásett, og at avgerðin varð tikin eitt leygarkvøld, tí nevndin bert hevði stundir at hittast tá. Í sama andadrátti varð sagt, at avgerðin hevði verið ávegis eina tíð. Tá mátti tað borið til hjá nevndini í staðin at havt hendan fundin ein mánamorgun ella annan gerandisdag heldur enn í vikuskifti og kunngjørt niðurstøðuna fyri starvsfólki, almenningi og øðrum partaeigarum beint aftaná.
At tað harafturat tykist trupult hjá nevndini yvirhøvur at greiða størstu ognarunum, Føroya fólki, frá, hví tað yvirhøvur var neyðugt at skifta stjóran út, ger, at fólk byrja at gita og spinna søgur.
Síðani leygarkvøldið hevur kjakið gingið lystiliga í tí privata rúminum, á sosialu miðlunum og í almenna rúminum. Frá at standa fyri skotum fyri viku síðani fyri ov høgar ferðaseðlaprísir og ov fáar fráferðir, er nú knappliga eitt sindur synd í frákoyrda stjóranum. Hann verður róstur fyri drúgt og gott avrik og spurnartekin verður sett við, hvør skal kunna lyfta arvin. Nevndarformannin hava fólk ikki ordiliga fidus til, hann tykist ógreiður, uttan visjónir, eitt vet tykkin og smáligur. Hann hevur valt at seta ein dana uttan innlit í føroysk viðurskifti í oddasessin fyri felagið, sum vit, føroyingar, eiga, at leggja nýggja kós, uttan at vita ella hirða at avdúka, hvar málið er. Skemtisøgurnar um SMS boð og Bonus skipanir flúgva um oyruni.
So hvørt sum dagarnir ganga, kemur ymiskt fram, sum vísir millumrokningarnar og gráu tónarnar í málinum, men hesar hefta fólk seg ikki so nógv við, tí søgan við hetjum og skálkum er nógv meira spennandi. Eins og Atlantic Airways, so flýgur tíðin, og í næstu viku er tað onkur onnur søga, sum vit fara at gita um.