Turið Kjølbro
Framtíðina skalt tú fyrireika væl, tí tað er har, tú skalt liva restina av lívinum, segði Mark Twain á sinni. Tað er uttan iva eisini tað tey flestu gomlu í Føroyum ynskja, men tað er nú eina ferð soleiðis, at tey ikki einsamøll gera av, hvat framtíðin hevur at bjóða. Pensjónir, bústaðarmøguleikar, og leiklutur teirra gomlu í Føroyum eru viðurskifti, politikararnir seta á dagsskránna. Hesi viðurskifti og mong onnur vóru millum evnini, ið vóru umrødd á søguliga pallborðsfundinum í Norðurlandahúsinum hósdagin í sambandi við Eldradagarnar 1999. Nakrir politikarar, lands- og kommunal, embætisfólk og fólk innan eldraøkið lýddu á orðaskiftið, men eingin gylt lyfti vórðu givin.
Heitið á pallborðsfundinum var ?67 ár og hvat so?. Við borðið sótu Helena Nattestad, Elin Johannesen, Hans Marius Joensen, Karl Johansen, og Hanna Joensen. Sum tað skiltist á pallborðsluttakarunum og fólki í salinum vilja tey stríðast ímóti hugburðinum, ið sigur, at tá ið tú verður 67 ár, hevur samfelagið ikki brúk fyri tær longur. Frá at hava verið virkin á arbeiðsmarknaðinum, verður tú ómynduggjørdur, tá ið tú røkkur pensjónsaldur. Tá er tað knappliga ikki tú, sum veit, hvat er best fyri teg, men málsviðgerðarar á Almannastovuni. Og tað er greitt, at hetta er niðurgerandi og vanvirðandi.
- Nógv kann gerast fyri, at tað verður betri at liva í Føroyum. Tað snýr seg bert um raðfesting. Eitt vælferðarsamfelag er eitt samfelag, har alt fólkið hevur tað gott og har viðurskiftini eru í lagi. Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag bert fyri summi. Tosað verður um stórar íløgur sum tunnlar, skip, bilar, bussar og annað, meðan tey gomlu hava vánaligar umstøður og ikki nóg mikið at liva av. Fólkið á brúnni tosar í stórum stavum, vit gomlu verða ikki spurd eftir. Bara tá ið pengatrot er, eru boð eftir tær og tínum, segði Elin Johannesen, ið fyri einum ári síðani fór frá fyri aldur. Hon hevur í nógv ár starvast á skrivstovuni í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Elin vísti á raðfestingina hjá Tórshavnar býráð, sum hevur valt at brúka nógvar pengar í ein altjóða ítróttarvøll, ístaðin fyri at útvega teimum gomlu og teim smáu stovnspláss.
- Tosað verður um betri tíðir. Tí átti ætlanin um eldraíbúðir á Skálatrøð at verðið gjøgnumførd nú. Tað hevði verið ein góð loysn hjá nógvum, sum ikki klára at sita í ov stórum og dýrum húsum.
Einki samstarv
Ert tú í almennum starvi, verður tú sagdur úr starvi, tá ið tú verður 67 ár. Men av sær sjálvum fært tú ikki fólkapensjón. Fyrst skulu tíni fíggjarligu og persónligu viðurskifti kannast og metast, áðrenn upphæddin verður ásett. Á pallborðsfundinum vórðu nógv dømi nevnd um, hvussu mannminkandi tað mangan er at fara til tað almenna og biða um hjálp, antin tað er ískoyti til nýggjar brillur, tenn ella annað.
- Einki samstarv er millum ymsu almennu stovnarnar, ið taka sær av fólki. Eingin stuðul ella vegleiðing er at heinta nakra staðni frá, segði Hans Marius Joensen, fiskimaður.
Í innleggi sínum greiddi hann frá, tá ið mamma hansara fyri nøkrum árum síðani gjørdist sjúk og eftir sjúkraleguna ikki kundi verða einsamøll.
- Tað kom sera dátt við, at so lítil hjálp var at heinta frá sjúkrahúsverkinum. Tí var tað ein stór avbjóðing hjá okkum, sum máttu taka sær av henni. Eg sakni ein dialog millum heimarøktina og sjúkrahúsverkið. Alla staðni, har vit vendu okkum, fingu vit at vita, at einki pláss var fyri mammu. Vistu vit hetta framman undan, kundu vit spart okkum stríðið at søkt, segði Hans Marius Joensen.
Ósjónlig í fjølmiðlunum
Uttan iva er tað ikki einki um, at fjølmiðlarnir gera ov lítið við tey eldru. Um hetta evnið hugleiddi Hanna Joensen, ið fyri nøkrum árum síðani fór frá fyri aldur sum skrivari í Tinganesi. Men hon gav kortini ikki fjølmiðlunum alla skuldina.
- Vit eru ov friðarlig og ov tigandi. Vit eiga sjálvi at gera okkum sjónlig, vera virkin í samfelagskjakinum, skriva viðmerkingar og greinar í bløðunum, og bjóða okkum fram. Tí vísa vit áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, hevur samfelagið eisini áhuga fyri okkum. Vit eiga at gera øllum greitt, at hóast vit røkka pensjónsaldur, eru vit ikki ein viðgerðarbólkur. Fjølmiðlarnir eiga eina skyldu at spyrja okkum eftir, og tað er okkara uppgáva ikki at avbyrgja okkum, vórðu skilagóðu ráðini frá Honnu Joensen.
Eisini Hanna nam við støðuna fólk koma í, tá ið tey gerast pensjónistar.
- Fólkapensjónin er ikki ein rættur, men ein veiting. Fyrisitingin er alt ov tung, øll viðurskifti skulu endavendast á Almannastovuni, og tí er tað mín áheitan á myndugleikarnar um at gera reglurnar greiðari og einfaldari. Vit gomlu mugu sjálvi krevja broytingar, pensjónisturin veit best, hvat er best fyri ein sjálvan, og vit skulu minnast til, at uttan klientar, er eingin Almannastova.
Vera livandi
hvønn dag
Hjá nógvum er tað ein hvøkkur at gerast pensjónistur og knappliga hava góða tíð til alt. Umráðandi er tá ikki at steðga upp, men at takast við ymiskt av áhuga.
- Tá ið tú fert úr starvi, er tað í fyrstuni ein saknur og eitt tómrúm. Men tað er lítil dugur í at setast hendur í favn. Gott er at ganga túrar, tað setur góðar tankar í gongd. Í Tilhaldinum í Havn er nógv gott at fara til, handaligt og mentunarligt, og har knýtast nógv vinabond, segði Helena Nattestad, sum fyri nøkrum árum síðani fór úr starvi sum sjúkrasystir.
Hesum tók Hanna Joensen undir við.
- Eg ætli mær ikki bert at liva, men at vera livandi hvønn dag, eg havi eftir á lívi. Tí er ikki at seta seg at bína og lata seg stýra av øðrum. Vit gomlu eru eisini samfelagið. Vit eru databasin hjá samfelagnum, og tað er illa arbeitt, um vit ikki verða brúkt til fulnar.
Fyrimynd
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen, greiddi í sínum innleggi frá, hvussu pensjónsgrunnurin hjá felagnum varð vorðin til. Hvussu mótstøðan frá arbeiðsgevarunum í fyrstuni køvdi ætlanini, og hvørji stig síðani vórðu tikin, soleiðis, at hann gjørdist veruleiki. Í dag eigur grunnurin 50 mió. krónur og gott og væl 100 mans fáa pensjón úr grunninum hvønn mánað. Teir sum fáa mest, fáa 3500 krónur um mánaðin. Framrokningar vísa, at talið á teimum, ið fáa úr grunninum, er komið í eina fasta legu nú.