PRÀT
Eftir mansfinaluna var liðformaðurin hjá SÌ skuffaðir um, at teir ikki fingu steypið við sær aftur til Sørvágs. Hann var tó nøkulunda nøgdur við spælið hjá teimum
?Vit spældu ikki so væl í fyrsta setti. Vit gjørdu nógvar persónligar feilir. Sjálvir gjørdi eg einar fýra feilir, og vit taptu eisini setti við fýra stigum, segði SÍ liðformaðurin, Kaj á Stongum, beint eftir steypahandina leygardagin. Hann hevði hug at taka eitt sindur av skyldini á seg fyri tapið. Hann er tó glaður fyri, at teir megnaðu at geva áskoðarunum eina góða uppliving, sum hann helt teir høvdu uppiborið fyri góða stuðulin.
?Vit fara eitt sindur niður við høvdinum í triðja settinum, og vit reisa okkum heldur ikki fyrr enn nakað út í fjórða setti, segði Kaj á Stongum.
Hvat er tað, sum ger, at tit koma so væl fyri tykkum aftur í fjórða setti?
?Eg dugi ikki rættilig at siga, hvat er, sum ger, at vit koma fyri okkum aftur. Kanska er tað, at ÍF byrjar at gera fleiri ferðir, og so fáa vit geistin aftur, sigur Kaj á Stongum.
Liðformaðurin er væl nøgdur við spælið í øðrum setti og fjórða setti. Hann heldur eisini, at teir stóðu seg væl í fimmta setti.
Kaj sigur seg bara kunna ásanna, at teir høvdu møguleikan at avgera dystin, men tað eydnaðist so ikki.
?Sum heild haldi eg, at vit spældu ein góðan dyst í dag. Móttøkurnar eru ikki for góðar, men vit spæla væl í álopinum. Men teir eru eisini ótrúliga góðir á kantinum serliga, sigur Kaj á Stongum, sum í ár máttu uppliva júst tað øvugta sum í fjør, tá Sí gjørdist steypavinnarar.