Vit hava aldrin verið so tætt við eitt altoyðandi kjarnorkukríggj

Granskarar hava nú flutt dómadagsklokkuna fram á 90 sekund í midnátt

Mannaættin hevur aldrin verið so tætt við eitt altoyðandi kjarnorkukríggj, sum vit eru nú. Tað siga vísindafólkini, sum standa fyri tí, vit kalla dómadagsklokkuni. Sostatt hava teir nú flutt klokkuna 10 sekund fram, so at hon nú stendur á 90 sekund í midnátt. Midnátt er tann altoyðandi vanlukkan, sum týnir allan heimin.

 

Í 2015 og 2016 stóð klokkan á tríggjar minuttir í midnátt. Í 2017,2018 og 2019 varð hon flutt fram á tveir minuttir í midnátt og í 2020, 2021 og í fjør varð klokkan aftur flutt fram til 100 sekund í midnátt. Tá varð tað eisini veðurlagsbroytingarnar, sum fingu tey at flyta klokkuna fram.

 

Men nú er hóttanin ímóti heiminum so stór at granskarar hava aftur flutt klokkuna  10 sekund fram afturat, so at nú stendur dómadagsklokkan á 90 sekund í midnátt. Og so tætt við midnátt hevur aldrin staðið áður, so útlitini fyri eini framtíð verða alsamt daprari. Tað er serliga kríggið í Ukraina, sum fær vísindafólkini at stúra fyri kjarnorkukríggi.

 

 Tað mesta, klokkan hevur verið frá midnátt, var í 1991, tá ið hon var 17 minuttir frá midnátt, men síðani er hon flutt so líðandi fram tí heimurin er vorðin alsamt ótryggari - og sambært vísindafólkunum manglar nú lítið í til alt verður lagt í oyði.

 

Tað er felagsskapurin, Organisationen Bulletin of the Atomic Scientists, sum stendur fyri dómadagsklokkuni og tað hevur felagsskapurin gjørt síðani 1947.