Her er nógv fólk, men støðan er góð!
Tað sigur Eydna Danielsen, skúlastjóri í Hvalba.
Nú eldur kom í uppsjóvarvirkið hjá Varðanum á Tvøroyri í morgun, og fólk vórðu biðin um at fara úr býnum, hevur heilt nógv fólk leitað sær til Hvalbiar.
Har hevur skúlin tikið ímóti nógvum fólkum, onkur hevur mett, at eini 200 fólk eru í skúlanum.
Her er nógv fólk, serliga eru nógv børn her, tí skúlabørnini á Tvøroyri eru komin higar, sigur skúlastjórin Eydna Danielsen.
Men hon sigur, at tað hevur gingið rættiliga væl.
Veðrið er avbera gott, so nógv fólk er uttandura. Tey spáka og spæla uttanfyri skúlan og á skúlalagnum er fitt av børnum og spæla við einum bólti, sum tey stuttleika sær við at fáa ein hund at renna eftir.
Og inni situr eisini nógv fólk, summi við ymsum spølum at stytta sær stundir.
Men tað er týligt, at fólk eru ógvuliga ávirkað av støðuni kortini og nógv verður práta um eldsbrunan, men yvirhøvur eru fólk takksom fyri, at ongin fólkaskaði hevur verið.
Hinvegin sigur hon, at tey hava ikki manglað nakað, tvørtur ímóti hava tey yvirflóð av øllum.
–Heit nógv fólk í Hvalba eru komin í skúlan við mati og drekka, kaku, breyði, bollum, vafflum, skerpikjøti, turrari grind og viðskera av øllum handa slagi, sigur skúlastjórin.
Hvalbingar hava eisini latið okkum vita, at hurðarnar eru opnar, skuldi onkur havt brúk fyri at lagt seg eina løtu, ella bara hevur brúk fyri hvíld. Somuleiðis eru hvalbingar komnir við barnavognum til smábørnini at liggja í.
– Blíðskapurin frá hvalbingum er í topp, sigur skúlastjórin í Hvalba.
Niðanfyri eru fleiri myndir úr skúlanum í Hvalba í dag, har tvørafólk hava leitað sær skjól undan eldsbrunanum á Varðanum