Vit koma at hanga upp á eina stóra rokning

Fyribils er Eysturoyartunnilin langt frá at verða tað gullnámið, sum nógv væntaðu

Fíggjarliga grundarlagið undir Eysturoyartunlinum er farið at rilla av álvara. Myndina tók Ingi Sørensen

Tað eru øll tekin í sól og mána um, at landskassin kemur at hanga upp á eina stóra roknin í sambandi við Eysturoyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Fyri at fáa rentuna av lánunum so langt niður sum gjørligt, gjørdi Løgtingið av, at Landskassin skuldi  veðhalda fyri ein part av skuldini hjá Eysturoyartunlinum. Tað merkir, at Landskassin tryggjar Eysturoyartunlinum eina inntøku fyri 6.000 bilar um dagin, tí tað er hetta, sum krevst, fyri at tunnilin skal klára at svara hvørjum sítt.

 

Tað merkir, at koyra færri enn 6.000 ígjøgnum tunnilin um dagin, rindar landskassin munin. Tað er áður upplýst í Løgtinginum, at eru tað 5.000 bilar, sum brúka Eysturoyartunnilin um dagin, fer tað at kosta landskassanum 20 milliónir, sum skulu sum skulu rindast í kassan hjá tunlafelagnum í trygd til lángevararnar.

 

Men tey allarflestu vóru sannførd um, at hetta fór ikki at verða nakar trupulleiki, tí tað varð mest sum semja um, at Eysturoyartunnilin fór at vera eitt gullnám. Tað var eisini ein av grundgevingunum fyri, at meirilutin í Løgtingið ikki vildi lata eitt privat felag standa fyri ætlanini, soleiðis sum upprunaliga ætlað.

 

Men sum tað sær út fyribils, er Eysturoyartunnilin ikki ta gullnámið, fólk væntaðu. Higartil vísa tølini nevniliga, at tað koyra nógv færri enn 6.000 bilar ígjøgnum tunnilin um dagin. Í roynd og veru, at í miðal hava tað higartil ikki verið meiri enn 3.500 - 4.000 bilar, sum koyra ígjøgnum tunnilin í um dagin, so tað langt upp á slætt borð upp á 6.000 bilar um dagin.

 

Jørgen Niclasen upplýsir í dag, at ferðslan skal gerast upp hálva hvørt ár, men fyrstu ferð, hon skal gerast upp, er fyrra hálvár næsta ár. Og hann sigur, at tað eru øll tekin í ljós og mána um, at tað verður ein stór upphædd, sum landskassin kemur at hanga upp á, sum hann tók til. Hann vil kortini ikki seta tal á, tí hann heldur, at enn vita vit ov lítið til tað.

 

Páll á Reynatúgvu upplýsti í Løgtinginum í dag, at sum tað nú sær út, verða inntøkurnar hjá Eysturoyartunlinum einar 50 milliónir lægri um árið, enn mett var.

 

Fíggjarliga grundarlagið undir Eysturoyartunlinum er farið at rilla av álvara. Myndina tók Ingi Sørensen