Vit krevja gjøgnumskygni, rættvísi og tryggleika í forskúla- og skúlainnskrivingini

Felags Foreldraráðið fyri dagstovna- og frítíðarskúlaøkið í Tórshavnar Kommunu vil við hesum seta orð á vaksandi stúranir hjá foreldrum kring alla kommununa í sambandi við innskriving í forskúla og skúla. Tað snýr seg bæði um námsfrøðiligu avleiðingarnar fyri børnini og um trivnaðin hjá familjum, sum uppliva alt meira ógreiðar og ójavnar karmar.

Vit hava seinastu mánaðirnar hoyrt frá mongum foreldrum, sum kenna á sær eina veksandi óvissu. Tað er ógreitt, hvussu forskúli og skúlainnskriving hanga saman, og nógv uppliva seg næstan tvingað í ein ávísan leist – ikki tí tað er tað besta fyri barnið, men tí óttin fyri at missa atgongd til skúla í nærumhvørvinum stýrir avgerðirnar.

 

Okkara høvuðsstúranir eru hesar:

 

1. Manglandi gjøgnumskygni.

 

Foreldur vita ikki, hvussu forskúlainnskrivingin ávirkar møguleikan fyri at fáa skúlapláss í nærumhvørvinum. Summi kenna seg noydd at velja forskúla, hóast tey halda, at barnagarðurin hóskar betur til menningina hjá barninum. Hetta er ikki ein støða, foreldur eiga at setast í.

 

2. Ójavni millum økir.

 

Tað er ójavnt býtt, alt eftir hvar í kommununi ein býr, um forskúli er ein fortreyt fyri at sleppa í skúla í nærumhvørvinum, og harvið síggja vit, at familjur í Tórshavnar kommunu fáa misjøvn tilboð. Hetta verður upplivað sum órættvíst og syndrandi.

 

3. Avbjóðingar í frítíðarskúlunum.

 

Foreldur vísa samstundis á stórt starvsfólkatrot og manglandi fakfólk og fasthaldan av hesum. Hetta hevur beinleiðis ávirkan á trygd og trivnað hjá børnunum – serliga hjá teimum, sum longu standa mitt í einari stórari broyting - frá dagstovni til skúla.

 

4. Ógreitt samskifti.

 

Tíðir, reglur og krøv um innskriving eru ikki altíð týðilig. Tað skapar óvissu og misálit – bæði í mun til leiðslu og skipan. Foreldur ynskja at verða tikin við upp á ráð, ikki bara fráboðað.

 

Felags Foreldraráðið mælir tí til:

 

• At forskúli- og skúlainnskriving verður sundur skilt.

 

Valið av forskúla má ikki ávirka rættin til skúlatilboð í nærumhvørvinum. Foreldur eiga at kunna velja tað námsfrøðiliga tilboðið, sum teirra barn hevur tørv á – uttan at missa rættindi.

 

• At øll børn hava rætt til skúla í nærumhvørvinum.

 

Tað eigur at vera sjálvsagt, at børn ganga í skúlanum í sínum egna nærumhvørvi.

 

• At samskiftið verður styrkt og gjøgnumskygt.

 

Foreldur eiga at fáa greið boð og vera tikin við í arbeiðinum, tá avgerðir verða tiknar um innskriving og økisbýti.

 

• At góðskan í frítíðarskúlunum verður raðfest.

 

Skal skiftið frá dagstovni til skúla eydnast, má kommunan tryggja fakligheit, støðugleika og góðar karmar. Eisini skulu tey børn, hvørs foreldur, sum velja forskúla fram um barnagarð, hava eitt trygt og hóskandi frítíðartilboð.

 

Vit ynskja at samstarva og at menna eina skipan, sum byggir á avgerðir, gjøgnumskygni og rættvísi, barninum at frama. Hetta er ikki bert eitt mál hjá foreldrum – hetta er eitt mál fyri trivnað, javnbjóðis møguleikar og vælferð hjá øllum børnum í Tórshavnar Kommunu.

 

Felags Foreldraráðið fyri dagstovna- og frítíðarskúlaøkið í Tórshavnar Kommunu

 

Barbara Djurhuus, forkvinna

 

Ólavur J. Hansen, næstformaður

 

Bergdis Gisladóttir, nevndarlimur

 

Svanna í Gong, nevndarlimur

 

Jóhanna Maria Olsen, nevndarlimur

 

 

Felags foreldraráðið

 

Ráðið umboðar øll foreldraráð í vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum í Tórshavnar kommunu.

 

www.torshavn.fo/politikkur-og-folkaraedi/politikkur-og-nevndir/adrar-nevndir-og-rad/felags-foreldraradid