Vit kundu ikki gera meir

Gotland 99: Venjarin var fegin um silvurmerkið hjá Rógva, men kundi ikki lata vera við at vera eitt sindur vónsvikin av, at tað ikki bleiv gull, nú tað var so tætt millum tveir teir fremstu

Í øllum sigursrúsinum á málinum eftir at Rógvi hevði tryggjað Føroyum silvurmerkið í landavegskoyringini stóð venjarin hjá súkklulandsliðnum Jens Glerup eitt sindur fyri seg sjálvan. Og millum allar teir fegnu føroyingarnar sá fryntligi venjarin nakað kvirrur út.

? Jú, eg eri nøgdur, sjálvandi, men tú kanst ikki lata vera við at hugsa, at vit næstan skuldu fingið gullið, tí tað er jú tað, ein fer eftir, segði Jens Glerup, sum saman við Esmari Joensen og eykamanninum Christiani Guttesen royndi at fylgja við, so frægt sum hann kundi, meðan kappingin var. Tað var eitt sindur trupult, tí tað fekst lítið og einki at vita um gongdina, og tí sóu teir bert súkklararnar tríggjar ferðir millum startin og málið (teir koyrdu runt fýra ferðir). Við øðrum orðum gingu gott og væl trý korter ímillum hvørja ferð nakað veruligt fekst at vita um, hvussu gekk.

? Vit skuldu næstan fingið gull, men tað er jú so nógv ymiskt, sum spælir inn, og Andres Laug er óhugnaliga sterkur. Hevði tað verið Bogi, sum spurtaði ímóti honum, er heldur ikki vist, at tað hevði blivið til meir enn silvur, segði venjarin. Bogi verður mettur at vera betri í endaspurti enn Rógvi.


Spældu síni kort rætt

Tá vit prátaðu við Jens, hevði hann enn ikki veruliga fingið tosað við súkklararnar, men eftir hvat frættist, høvdu teir hildið seg til avtalurnar, sum teir høvdu gjørt kvøldið fyri, og at tað eisini hevði riggað sera væl.

? Tað eri eg sum venjari sjálvandi glaður fyri at hoyra. Okkara menn spældu síni kort rætt, og so kunnu teir ikki gera meir. Tað er sera torført at steðga einum, sum er betri, og tað mugu vit bara viðurkenna, segði venjarin, sum altso var eitt sindur vónsvikin um, at tað ikki bleiv gull, nú tað var so sera tætt móti endanum.

Bogi Kristiansen var annars besta boðið upp á heiðursmerki í kappingini týsdagin, men í staðin bleiv tað Rógvi, ið súkklaði seg til silvur.

? Hevði tú sagt við meg áðrenn oyggjaleikirnir byrjaðu, at Rógvi fór at fáa heiðursmerki, hevði eg sett tað eg átti uppá, at tað fór at vera í einkultstartinum. Tí er tað eisini sera stuttligt, at tað er hann, sum fær heiðursmerki í landavegskoyringini. Nú hevur hann endiliga víst á oyggjaleikum, at hann hevur klassa. Vit hava jú vitað tað allatíðina, men úrslitið hevur vantað.

Seinasta avbjóðingin hjá súkklulandsliðnum á hesum oyggjaleikunum verður sum vant býarkoyringin, eisini nevnt »kriterium«. Tann kappingin byrjar hósdagin klokkan 17.00 føroyska tíð, og her hava føroyingar eitt bronsumerki at verja, sum Bogi Kristiansen vann á Jersey í 1997.

? Har verður tað sjálvandi aftur Andres Laug, sum verður maðurin, allir hinir skulu vinna á. Rógvi fær tað helst eitt sindur strævnari í býarkoyringini, so vit mugu seta álitið á fyrst og fremst Boga og Gunnar. Tað skuldi verið góður møguleiki fyri, at Bogi aftur kann fáa bronsu ella okkurt betri. Tað vóna vit so, segði Jens Glerup at enda.

Landavegskoyring 126 km menn, týsdagin 29. juni:


1.Andres Lauk,

Saaremaa 3.04.17,0

2.Rógvi Johansen,

Føroyar3.04.17,1

3.Ivari Rannama,

Saaremaa 3.04.36,0

18 aðrir á mál í somu tíð sum Rannama, harímillum Gunnar Dahl-Olsen, sum nr. 6, Bogi Kristiansen nr. 7, og Sverri Mohr Edvinsson nr. 11.

Jóhann Brend úr Føroyar gjørdist nummar 33 av teimum 42 súkklarunum við tíðini 3.12.43