Vit lyfta okkum spakiliga uppeftir

Framgongd er á øllum økjum

 

Síðani í heyst eru lønargjaldingarnar í Føroyum hækkaðar so líðandi.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Hagstovan sigur, at í mai vóru lønirnar 625 milliónir krónurr og tað er tað sama sum í apríl.

 

Men síðani í heyst hava lønirnar spakuliga lyft seg uppeftir frá 600 milliónum um mánaðin til tær nú liggja um 620 milliónir um  mánaðin.

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru útgoldnar 130 milliónar meira í lønum enn í sama tíðarskeiði í fjør, tað er ein framgongd  á 4,5 prosent.

 

- Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men størsta framgongdin er í ídnaðarbólkunum, bygging, har framgongdin er 10,6 prosent og fiski- og alivinnuni, har framgongdin er 7,6 prosent.