Komandi tvey árini fara vit at hava upp í eini 400 nýggj starvsfólk í ferðavinnuni, men í stóran mun er talan um fólk á gólvinum, søgdu bæði Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, og Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.
Tey høvdu framløgur á ársfundinum hjá Arbeiðsloysisskipanini, har tey greiddu frá, hvørjar avbjóðingar tær báðar fyritøkurnar hava komandi tíðina.
- Størsta avbjóðingin hjá okkum komandi tíðina verður at fáa fatur á arbeiðskraft. Seingjarplássini hevur verið ein fløskuhálsur, sum verður loystur komandi tíðina, men nú verður avbjóðingin at finna nokk av starvsfólkum, sigur Guðrið Højgaard, sum væntar, at næstu tvey árini fer tørvur at vera á 200 til 400 nýggjum ársverkum í ferðavinnuni í Føroyum.
Tað verður kortini ein avbjóðing at finna hesi fólkini, tí talan er ikki um hálønt akademikarastørv, men um láglønar størv og ofta við skeivum arbeiðstíðum.
- Vit hava tørv á fólki til at arbeiða á gólvinum, so at siga. Kokkar, tænarar, móttøkufólk, reingerðisfólk, sigur hon.
- Eg fái hópin av umbønum frá væl útbúnum føroyingum, sum kundu hugsað sær eitt starv í ferðavinnuni, men í løtuni hava vit als ikki brúk fyri slíkum, greiðir Guðrið Højgaard frá.
Bæði Rúni Vang Poulsen og Guðrið Højgaard vænta, at tað í størri mun verða útlendingar, sum fara at fylla hesi mongu størvini. Longu nú er neyðugt at dúva upp á útlendska arbeiðsmegi.
- Í hesum tíðum, við einum hákonjunkturi og lágum arbeiðsloysi, mugu vit dúva upp á útlendska arbeiðsmegi. Tað vísir seg at vera sera torført at fáa føroyingar at taka hesi størvini, sigur Guðrið Højgaard.