Vit mugu brúka fleiri orð

Nú havi eg afturvendandi umrøtt okkara arbeiðsstøður og eisini um í hvønn mun vit, sum kvinnur, eru við.

 

Eg havi víst á mansdominerað arbeiðsøki og at kvinnur tykjast starvast í størvum, skipað av monnum, eins og eg havi víst á, at menn ikki tykjast hava tørv á viðspæli og íblástri frá kvinnum.

 

Fyri at ítøkiliggera støðuna í Føroyum vísi eg á fíggjarheimin, sum eg kenni og sum hevur stóru starvsligu blandingina av kvinnum og monnum.

 

Eisini vil eg vísa á, at vit kunnu skilja millum trý sløg av arbeiðsplássum, almenn, almenn/privat, og privat og privat.

 

Um hetta síðsta, privat og privat, meini eg, at nøkur arbeiðspláss eru stovnað av privatum, undangongufólki, eldsálum og familjum – og hava ment seg gjøgnum tíðina og gjøgnum ættarlið.

 

Hini privatu, eitt nú fíggjarheimurin, er stovnaður øðrvísi, í størri felagsskapum sum sjálvsognarstovnum og partafeløgum við fleiri eigarum og áhugabólkum.

 

Hesi seinnu eru samfelagsligar grundsúlur, har sama leiðsla ella sambond ikki hava havt uppbyggjandi leiklutin gjøgnum tíðina, men oftast verið headhuntað uttanífrá.

 

Sum borgari krevji eg størri samfelagssinni, javnstøðu og professionalismu av hesum seinnu, sum í tilveru ikki er teirra, men fólksins, og sum gjøgnum tíðina hava havt eina sínámillum fyritreyt fyri tilveru hjá fíggjarheimi, samfelagi og fólki.

 

--

 

Tá Betri varð endurreist, komu menn úr øðrum bankum í leiðsluna, sum síðani nakrar ferðir seinni er broytt, eisini við monnum og vinmonnum úr sama heimi.

 

Sparikassin í Norðoyggjum er mannaður við monnum av sama slagi, somu typur og sami jargongur.

 

Tann í Vági er mannaður av fleiri monnum úr táverandi Almannastovuni.

 

Nordik fekk kvinnu, men hon skal hava ein afturat sær – sum ikki hevur verið frammanundan. Ikki heldur hava tey ment egið fólk, møguliga kvinnu við øðrvísi forrætningstilgongdum, til stjóra á privatkundaøkinum.

 

Vit kundu hildu fram við eftirlønarøkinum, mannað av monnum og kunnu eisini nevna Arbeiðsloysisskipanina, hóast almenn, hevur við fíggjarviðurskifti at gera og er mannað við monnum.

 

Eg tosi um dagligar leiðslur og kundi hildið fram.

 

--

 

Minnist frá yngri árum – tá sjóneykan var á leiðslu og kappingarføri, at leiðsla mátti vera bæði management og leadership,  meðan dygdin hjá starvsfólkunum var ultimativi kappingarparameturin.

 

Management snýr seg um strategisk og fyriskipanarlig viðurskifti, meðan leadership snýr seg um leiðslu og umsorgan av starvsfólkunum.

 

Leiðarar vórðu skúlaðir og starvsfólkini vórðu skúlað.  

 

‘Hvem har flyttet min ost’ var bókin, sum gekk í umferð, tá tað forrætningsliga ráddi um at starvsfólkini ikki skuldu steðga upp, men mennast persónliga til tað besta hjá arbeiðsplássinum.

 

--

 

Í tráð við dømini úr fíggjarverðini kunnu vit spyrja um leiðsla bleiv leadership, um hon bleiv fyri kvinnur, um starvsfólkadygdin bleiv tann besta og um  tey mest fleksiblu og nýhugsandi starvsfólkini yvirlivdu.

 

Vit kunnu meta um hvussu tað hevur ávirkað kvinnur persónliga at hava verið hildnar uttanfyri, ja, í grundini gjøgnum tíðina, bæði í ídnaðar- og vitanarsamfelagnum og sum her, í pengasamfelagnum, og í hvønn mun familja og arbeiðslív hava verið mennandi í hesum korum, tá kvinnur hava verið við, uttan í grundini at hava verið við uppá kvinnuvirði og kvinnupræmissur.

 

Eg freistist eisini til at spyrja í hvønn mun hetta eru etisk mál og í tráð við heilagu skriftirnar spyrji nær vit eru meinbogar hjá hvørjum øðrum ella hvussu vit brúka líknilsi um talentirnar.

 

Tilfar at arbeiða víðari við eins og vit kunnu varpa ljós á onnur øki, eitt nú almenn øki við atliti til etikk, kvinnuleiklutir og kvinnuanda.

 

Ikki fyrr enn vit seta orð á og spyrja nóg mikið – kunnu vit flyta samfelagið betra vegin.

 

Vóni at arbeiðið við javnstøðu skiftir skap og tekur støði í gerandisdegnum við øllum teim nýhugsanum, sum skulu lofta kvinnum og kvinnusamleika at virka millum menn, og við atliti til ta samfelagsmenning og –nøgdsemi, sum í dag tykist ganga aftur á bakka og hjá fleiri v≤ra fyri hóttarfalli.

 

Við vón um endurskoðan, fleiri orð, eisini filosofisk og etisk, um verandi arbeiðsmentan og samfelagsmenning,  okkum øllum at gagni.

 

 

 

Bergun Kass