Vit mugu byggja fleiri bústaðir til okkara veikastu 

“Hvat annað skal ein stjórn gera enn at hjálpa teimum veikastu? Tey sterkastu skulu nokk klára seg.” 

 

Orðini hjá sangaranum Kim Larsen fullu mær í huga, tá bíðilistarnir í Almannaverkinum blivu kunngjørdir í gjár. Heili 167 av okkara borgarum bíða eftir bústaði. Tí má hetta økið raðfestast beinanvegin, so vit í minsta lagi koma niður um 100 borgarar á bíðilistanum og seta út í kortið, hvussu vit fáa allan bíðilistan burtur.  

 

Hetta skal ikki skiljast sum ein atfinning av samgonguni, men meira ein áheitan á okkum øll um at raðfesta hendan bíðilistan fram um annað kjak, sum fær stóra rúmd í Føroyum. Her kann til dømis nevnast tunlar, hallir og líknandi verkætlanir. 

 

Ein loysn er sjálvandi at byggja meira. Undanfarna samgonga fyrireikaði m.a. bygging av røktarheimi til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum. Latið okkum fáa hesa verkætlanina í gongd. 

Orrustan í Bústøðum, sum hevur vart meginpartin av 2021, hevur ikki hjálpt hesum. Sera fáar byggiverkætlanir eru settar í gongd, og hóast onkur leiguavtala er gjørd, so er mín sannføring, at vit skulu byggja fleiri bústaðir, sum tað almenna eigur. 

 

Bústaðir hava bygt fleiri búfelagsskapir kring landið, har tað hevur gingið skjótt og væl. Tørvur er á eini 10 búfelagsskapum aftrat komandi árini. Vit mugu lata Almannaverkið gera avtalu við Bústaðir um hesar felagsskapir, so gongd kemur á byggingina kring landið. So fara bíðilistarnir at minka. Tað er ein langtíðarloysn, sum er fíggjarliga skynsom. 

Vit verða noydd at broyta hugburð og hugsa um okkara veikastu. Tað er átrokandi, at vit arbeiða fyri at stytta bíðilistarnar til bústað. At hava egnan bústað gevur nógv í gerandisdegnum. Eitt heim gevur eitt trygt grundarlag hjá fólkum, sum hava nógvar avbjóðingar at dragast við frammanundan.

 

Tíbetur er nógv virksemi hjá Almannaverkinum, har lítil ella eingin bíðilisti er. Hetta hevur rós uppiborið. Her kann nevnast endurvenjing, taluvenjing, viðlíkahaldsvenjing og tann góða tilgongdin. Takk fyri stóra arbeiðið, sum tit starvsfólk gera hvønn dag fyri at nøkta hendan tørvin.

 

Eyðgunn Samuelsen,

 

tingkvinna fyri Javnaðarflokkin