- Vit mugu ikki vera bangin fyri at seta krøv til oljufeløgini, sum virka og fara at virka í føroyskum sjóøki.
Tað heldur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service í Leirvík.
Supply Service hevði veitingarskip frá Havila við í leitingarumfarinum í 2001.
- Síðani tá hava vit fylgt gongdini, og í fjør fingu vit høvi at keypa skip.
Tey hava síðani gjørt sáttmála um fýra nýbygd veitingarskip, men hava síðani selt tað eina skipið til Noregs. Sostatt hava tey trý skip eftir, sum øll eru í gerð og verða liðug næsta ár og í 2009.
Talan er um PSV skip, ella “Platform Supply Vessel”.
- Tað er ógvuliga hørð kapping um at verða við í oljuvinnuni, og tað skal nógv til at sleppa upp í part.
- Á okkara øki er tað serliga kapitalkrevjandi, men vit eru so heppin, at vit hava fingið samstarv við Havila, sum eigur í Supply Servive, og í gjøgnum teir hava vit atgongd til ein ógvuliga stóra vitan á økinum, og tað er ein stórur fyrimunur.
- Men skulu vit fóta okkum í oljuvinnuni, er tað ein fortreyt, at vit koma upp á sama støði, sum kappingarneytar okkara, tí eru vit ikki kappingarfør, kunnu vit gloyma alt um hesa vinnuna.
Mugu ikki vera bangin
Hinvegin heldur Jens Meinhard, at alt hetta er samantvinnað við tær treytir, vit seta oljufeløgunum, og her heldur hann ikki, at føroyingar eiga at smæðast burtur.
- Norðmenn seta oljufeløgunum stór krøv til trygd og til at verja umhvørvið og teir seta krøv til kunnleika til norðurlendskt mál.
- Tað ber til at hava ein illgruna um, at summi av hesum krøvum verða sett til oljufeløgini fyri at verja norsk áhugamál og norskt vinnulív, men í síðsta enda er tað krónur og oyru, alt snýr seg um.
Men undir øllum umstøðum heldur Jens Meinhard Rasmussen, at vit eiga at seta stór krøv til ta útgerð, sum kemur inn á føroyskt øki at arbeiða.
- Vit eiga at gera sum norðmenn og seta oljufeløgunum krøv, so at tey bara sleppa at brúka tey nýggjastu og bestu skipini, sum dálka minst, her um okkara leiðir. Vit eiga fyri alt í verðini at forða fyri, at tey vánaligu, illa dálkandi skipini, har trygdin ikki er í topp, enda inni hjá okkum, bara tí at vit ikki tora at seta oljufeløgunum krøv.
Hann sigur, í Føroyum hava vit lagt okkum eftir at lúka altjóða krøv.
Men í Noregi hava tey sett síni egnu krøv til skip, sum arbeiða í norsku oljuvinnuni, og hetta eru krøv, sum koma omaná tey altjóða krøvini.
- Eitt nú hava tey serligt avgjald á NOX. Tað merkir, at hámark er sett fyri, hvussu nógv skaðiligt úrlát kann koma frá einum skipi. Í praksis merkir tað, at skip, sum dálka illa, skulu betala so nógv í avgjaldi, at tey verða ikki kappingarfør, og sostatt forbjóðar tað seg sjálvt at brúka tey í norsku oljuvinnuni.
Hann sigur, at í Noregi hava tey sett hetta avgjaldið á øll skip og sostatt eisini á fiskiskip. Men hann ivast í um tað er rætt av føroyingum at seta slík krøv til øll skip, tí hann heldur, at vinnan, sum longu er, eigur at fáa nøkur ár at tillaga seg.
- Men í Føroyum er oljuvinnan ein nýggj vinna, og sostatt ber væl til at seta avgjald á skipini í oljuvinnuni frá fyrsta degi.
Hann heldur eisini, at vit eisini kunnu krevja, at skipini skulu hava tveir skrokkar fyri at forða fyri dálking, skuldu tey verið fyri óhappi.
- Skip við tveimum skrokkum eru rættiliga nógv tryggari, tá ið tað kemur til at leka olju, enn vanlig skip, so tað er eisini eitt krav, vit eiga at umhugsa, sigur stjórin í Supply Service.
Í hesum sambandi leggur hann afturat, at skipini, sum Supply Service nú byggir, lúka øll tey nýggjastu krøvini um okkara leiðir og nakað væl afturat, og tey hava tveir skrokkar. Samstundis hava tey lagt stóran dent á, at manningin fær so góðar umstøður sum gjørligt fyri at fáa fólk at trívast umborð. Her hugsar hann bæði um larm og um hentleikar umborð við interneti á hvørjum kamari og so framvegis.
Røtt javnvág
Hinvegin heldur Jens Meinhard tó, at vit eiga at vara okkum fyri at seta krøv, sum vit ikki megna at hava eftirlit við.
Eitt av krøvunum, hann hugsar um í hesum føri, er kravið um, at allar vørur skulu um føroyskan bryggjukant.
Hann heldur, at so leingi vit leita eftir olju, kann tað forsvarast. Men spurningurin er, hvussu tað verður at hava eftirlit við einum slíkum kravi, tá ið ein verulig oljuvinna tekur seg upp.
- Eg sigi hvørki at eitt slíkt krav er rætt ella skeivt. Eg sigi bara, at vit eiga at hugsa okkum um, so at vit ikki gera skipanina ov ósmidliga við at seta krøv, sum tað er torført at hava eftirlit við.
- Eitt krav um, at alt skal ganga yvir føroyskan bryggjukant, krevur eisini stóra arbeiðsmegi, og tað er ein spurningur, hvaðani hon skal koma, sum støðan í samfelagnum er.
Hann heldur, at ein máti er sjálvandi at lata dyrnar upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, men at fáa útlendska arbeiðsmegi til eitt lítið samfelag, sum Føroyar í stórum tali, førir eisini sínar avbjóðingar við sær.
- Men tað er heilt greitt, at enda vit í eini støðu, har vit seta krøv, sum vit ikki klára at halda, skapa vit ikki vøkstur, og so koma vit ikki víðari, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Har eiga vit heldur at gera tað áhugavert hjá oljufeløgunum við at hava eina lóggávu, sum er smidlig at umsita, so at tað verður lætt at arbeiða í Føroyum, ístaðin fyri at seta loyvishavarum krøv, har vit ikki fáa kannað eftir, hvussu tey vera hildin, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Hann sigur, at hann hevur varhuga av, at føroyingar eru eitt sindur bangnir fyri at seta oljufeløgunum krøv av ótta fyri at styggja tey vekk.
-Men tað haldi eg ikki, at nøkur orsøk er til, tí so leingi oljuprísurin er á hesum støðinum, eru Føroyar avgjørt áhugaverdar, og oljufeløgini eru von við, at londini um okkara leiðir seta teimum krøv, sigur Jens Meinhard Rasmussen.