Vit orka ikki meira

Orkufelagið, sum hevði ætlanir um at hita allar Føroyar upp við varandi orku, gevst við virkseminum í Føroyum

 

 

Tað vakti ans, tá Magni Laksafoss og Vit Orka segði seg arbeiða við eini ætlan, har føroyingar kundu hita hús síni við vindorku heldur enn við olju.

 

Nú sigur Magni Laksafoss, at hann ikki hevur nakra grundaða vón um, at nakað skilagott hendir á økinum, sum hann tekur til, og tí hevur hann valt at pakka saman.

 

Lagnunar speisemi vildi tað soleiðis, at verkætlanin hjá VITorku fekk mønustingin, tá málið kom á borðið á gamla arbeiðsplássinum hjá Magna Laksáfoss úti í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.

- Fíggjarmálaráðið setir høvuðsfokus á prísin, og at allar uppgávur skulu bjóðast út í fríari kapping. Og áðrenn orkuveitingin kann bjóðast út, skulu sonevndar ESCO-kanningar gerast av øllum bygningum. Tá misti eg mótið, sigur Magni Laksáfoss í viðtali við Sosialin.

 

Hóast fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg skilja sjónarmiðið við at bjóða uppgávur út, so hevur hann ilt við at skilja argumentatiónina fyri at gera nýggjar kanningar av øllum almennum bygningum fyrst.


- Vit vita longu í dag, niður í smálutir, hvussu nógv olja verður brúkt til at hita stóru, almennu bygningarnar, argumenterar Magni Laksáfoss.

Stóru, almennu bygningarnir hava ein avgerandi leiklut í verkætlanini hjá VITorku. Bara Landssjúkrahúsið brúkar eina millión litrar av olju um árið, ið er tað sama sum eini 300-350 sethús.

Hóast Vit Orka nú gevst í Føroyum, so merkir tað ikki, at felagið er farið í søguni. Teir tríggir, sum hava mannað fyritøkuna, fara nú at savna seg um virksemið í Danmark.

- Eg eri sannførdur um, at tað er ein framtíð í at brúka vindorku til upphiting. Hetta er ein máti at gera okkum leys av oljuni, og harumframt liggja nógv arbeiðspláss í eini tílíkari verkætlan. Men vit koma ikki víðari í Føroyum, og tí vaska vit nú talvuna reina.

Samrøðan við Magna Laksafoss kann lesast í VikuskiftisSosialinum. Blaðið kann eisini keypast í leysasølu á netinum HER