- Vit skulu ikki lata illa at

- Vit hava havt nøkur góð ár, og eisini í fjør hevði árið roynst, um vit ikki rendu okkum inn í koronu-farsóttina, og fiskaprísirnir fullu, sigur Janus Sørensen.

 

- Eg vænti, at hýsa verður at fáa, tá landnyrðingurin hasar av, sigur Janus Sørensen.

 

 

Tað hevur verið lítil útróður í longri tíð, og sjálvt teir bestu hava ikki hættað sær av loyst bátarnar. Í vikur hevur hann ligið av landnyrðingi, og tá eru vánalig útróðrarlíkindi norðanfyri.

 

Janus Sørensen á Viðareiði, sum eigur og rekur stálbygda útróðrarbátin Brand, sigur, at hjá teimum hevur eingin útróður verið síðan seinastu viku í apríl, undantikið tveir túrar í síðstu viku.

 

- Líkindini hava verið vánalig, og tað hevur ikki verið serliga hugaligt hesar seinastu vikurnar.

 

Janus Sørensen sigur, at teir báðar útróðrardagarnar í síðstu viku høvdu teir ávikavist 4000 og 5000 pund á 45 stampum hvønn dagin. Tað er eingin rokfiskiskapur, men eini 100 pund á stampin.

 

- Meginparturin av veiðini hesar báðar dagarnar var hýsa. Hýsan er á einari leið til dygdar, men nú skuldi hon farið at blivið betur.

 

Janus Sørensen vísir á, at í løtuni er einki at skunda sær til, og nú eru tað eplini, sum skulu setast niður. Streymurin er harður, men linkar eina løtu í næstu viku, til hann harðnar aftur í aðru viku.

 

- Sum heild skulu vit ikki lata illa at. Vit hava havt nøkur góð ár, og eisini í fjør hevði árið roynst, um vit ikki rendu okkum inn í koronu-farsóttina, og fiskaprísirnir fullu, sigur hann.

 

Maðurin, sum eigur og rekur Brand, er millum raskastu útróðrarmenn, og Brandur hevur í fleiri ár ligið í oddinum í sínum bólki - við fleiri heiðurslønum á Føroya Sjómannadegi.

 

 

 

- Eg vænti, at hýsa verður at fáa, tá landnyrðingurin hasar av, sigur Janus Sørensen.