– Vit skulu ikki ræðast ferðafólk

– Avleiðingin við ikki at hava eina ferðavinnu í 2020 kann vera katastrofal, sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum

Ferðavinnan skal byrja aftur, so skjótt sum til ber.

Tað er ynskið hjá Ferðavinnufelagnum. Men myndugleikarnir siga, at øll tey, sum koma til landið, skulu í sóttarhald í 14 dagar.

– Um vit skulu hava eina virkandi ferðavinnu, ber tað ikki til at koyra ferðafólkini í sóttarhald, sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.

Ferðavinnufelagið hevur verið á fundi við landsstýrið, har felagið hevur lýst støðuna frá sínum sjónarmiði, og partarnir avtalaðu at hava leypandi dialog um ferðavinnuna komandi tíðina.

Nú bíðar ferðavinnufelagið bara, til landsins myndugleikar koma við boðum um, nær ætlanin er at lata landamørkini upp aftur og droppa kravið um sóttarhaldið.

– Vit hava eitt ynski um, at mann finnur skilagóðar loysnir, so mørkini verða latin upp forsvarligt skjótast gjørligt, sigur Henny á Líknargøtu. 

Ferðavinnufelagið vónar, at tað ber til at lata mørkini upp, soleiðis at ferðafólk kunnu koma til Føroyar í summar.

– Retorikkurin í Føroyum er, um vit skulu yvirhøvur hava eina ferðavinnu í 2020. Avleiðingin við ikki at hava eina ferðavinnu í 2020 kann vera katastrofal. Hetta er árið, har vit skuldu røkka 1 milliard í inntøkum, so um einki hendir, so missa vit alt tað, sigur Henny á Líknargøtu.

Ferðavinnufelagið heldur, at tað hevði verið ein byrjan, at donsk ferðafólk kunnu ferðast frítt til Føroya.

– Vit eru í einum ríkisfelagsskapin, sum merkir, at tað ikki er landamark millum Føroyar og Danmark. Men allikavæl hevur man valt, at donsku ferðafólkini skulu í sóttarhald. Donsku ferðafólkini eru vanligvís 40 prosent av ferðafólkunum í Føroyum, og tí hava vit við sóttarhaldskravinum ognan kjans at fáa donsk ferðafólk til Føroya, sum nú er, sigur Henny á Líknargøtu.

Hon sigur, at til ber at hyggja, hvat londini rundan um okkum gera og fylgja tí leistinum.

– Eg vildi mett, at so skjótt sum mørkini í ES lata upp, so eiga vit eisini at lata upp og loyva ferðafólkum hendan vegin, sigur hon.

Ferðavinnufelagið heldur ikki, at tað er neyðugt at stúra so nógv fyri smittuvandanum, sum ferðafólkini kunnu hava við sær.

– Mann má minnast til, at ferðafólkið er ikki tann, sum kemur í samband við teir føroyingar, sum eru í vandabólki, sum til dømis tey á ellisheimum. Ferðafólk spritta hendurnar og ansa líka væl eftir sum føroyingar. So vit halda ikki, at vit eiga ræðast ferðafólkini, sigur Henny á Líknargøtu.

– Um mann velur eina null-tolerancu í Føroyum, so hevur man valt tað. Men eg dugi ikki at síggja, hví Føroyar skulu vera einasta landið, sum hevur tað, sigur hon.