Vit skulu nýta støddina til egnan fyrimun

Lítla miðjalhavsoyggin Malta er vorðið eitt mekka hjá útlendskum investorum, sum flokkast til landið. Hetta er úrslit av eini miðvísari ætlan hjá teimum stýrandi, og úrslitið er, at vinnulívið gerst meira fjølbroytt enn áður, tá ferðavinnan var tað einasta, sum landsins íbúgvar dúvaðu uppá

? Smáir oyggjabólkar sum Føroyar og Malta nýta ofta støddina sum umbering fyri brek og vánaligar umstøður í samfelagnum. Vit geva støddini skyldina fyri alt. Hetta er tann serligi oyggjamentaliteturin, sum mangan leggur fót fyri framburði, sigur Ernest Azzopardi av Malta, sum í hesum døgum er í Føroyum og vitjar.
Ernest Azzopardi er leiðari av búskapardeildini á University of Malta. Harumframt er hann stjóri á kanningarstovuni fyri vatntøknifrøði og stjóri fyri vatnveitingini á Malta, sum er ein almenn fyritøka. Hann er í hesum døgum í Føroyum og kunnar um ymisk viðurskifti á Malta og leiklutin hjá smátjóðum í einum globalum búskapi.
Hann er sannførdur um, at man eisini kann nýta støddina til egnan fyrimun við at gagnnýta tað menniskjaliga tilfeingið betur. Malta er á stødd við Eysturoynna, og har búgva tilsamans 400.000 fólk á trimum oyggjum.
? Malta hevur einki nattúrligt tilfeingi, og tí hava vit verið noydd til at gagnnýta tað menniskjaliga, sum er arbeiðsmegin, ístaðin. Og tað at vit hava ein sera væl útbúna arbeiðsmegi er okkara størsta tilfeingi, sigur hann.

Útlendskur kapitalur er lykilin
Fyri at fáa útlendskan pening til landið, hevur stjórnin fyri stuttum sett í verk ein nýggjan skatttapolitikk, sum gevur nýstovnaðum fyritøkum stórar fyrimunir. Hetta átakið, sum nevnist Business Promotion Act, lokkar fyritøkur at gera íløgur í landinum.
Í stuttum hevur landið sett inntøkuskattin munandi niður, soleiðis at nýggjar fyritøkur bert gjalda 5 prosent íinntøkuskatti sjey tey fyrstu árini. Síðani fer tað upp á 10 prosent næstu seks árini, og at enda fer tað upp á 15 prosent seinastu fimm árini í hesum tíðarskeiðnum.
Hetta gevur fyritøkunum eina blíða byrjan, so at tær hava lættari við at fóta sær tey fyrstu árini, sum mangan eru torfør hjá nýggjum fyritøkum.
Eisini leggur landið seg eftir at veita bíligar verksmiðjubygningar og bílig lán, og hetta eggjar fólki at fara undir ídnað og framleiðslu av ymsum slag.
Av tí sama hevur Malta tey seinastu árini upplivað, at alt fleiri altjóða fyritøkur velja at flyta sína framleiðslu til landið, og tær leggja pening eftir seg og geva íbúgvunum arbeiði.
? Hendan verkætlanin hevur til endamáls at lokka útlendingar at gera íløgur í okkara landi. Hetta hevur stóra ávirkan á vinnulívið, sum gerst nógv meira fjølbroytt enn áður, sigur Ernest.
Hann leggur dent á, at fyri lítil lond sum Føroyar og Malta er tað umráðandi at hava fjølbroytt vinnulív. Ein stórur veikleiki hjá Føroyum er, at vit einans hava fiskivinnuna at dúva uppá. Á Malta var ferðavinnan nógv tann størsta vinnan, men nú eru verða aðrir vinnuvegir eisini troyttir.
Malta leggur stóran dent á at hava eina væl útbúna og fjølbroytta arbeiðsmegi, sum vinnulívið kann njóta gott av. Tí fáa lesandi stuðul eins og í Norðanlondum, so at øll skulu hava møguleika at nema sær útbúgving. Hetta hjálpir eisini fyritøkum við at koma í gongd.

Bangin fyri framtíðini
Á eini fólkaatkvøðu gjørdi fólkið á Malta av at fara uppí ES. Meirilutin fyri ES-limaskapi var sera tepur. Ernest metir, at limaskapurin er ein fyrimunur fyri landið.
? Fyri tað fyrsta fáa vit við ES-limaskapinum betri marknaðaratgongd og harvið betri møguleikar at selja okkara vørur. Eisini verða vit vard ímóti árinum frá globaliseringini, sigur Ernest Azzopardi.
Hann skilir tó, at føroyingar altíð hava verið sera negativir yvirfyri ES. Hann heldur, at hetta ofta eyðkennir lítil samfeløg. Tey eru bangin fyri, at tann stóri fer at gloypa tí lítla, og at tann minni parturin onga ávirkan fær í felagsskapinum.
Eisini heldur hann, at oyggjabúgvar mangan eru bangnir fyri framtíðini, og spyrja seg sjálvar, hví tað er neyðugt at broyta tað verandi.
Hóast hann dugir at síggja nógvar fyrimunir við at vera ein lítil tjóð, eru eisini fleiri vansar, sum ein skal varða seg fyri. Eitt nú er eitt land sum Malta meira viðkvæmt fyri broytingum runt um í heiminum.
Eisini hava smærri lond lyndi til at leggja alla sína orku í eina serstaka vinnu - fiskivinnu í Føroyum og ferðavinnu á Malta. Tí er umráðandi at hava eitt fjølbroytt vinnulív, og Ernest Azzopardi heldur, at Malta hevur gjørt átøk, sum byrgja fyri slíkum trupulleikum.