Vit skulu vera góð við fólkini frá Sea Shepherd

Føroyingar mugu ikki upp á nakran syndigan máta lata seg provokera til nakað býtt

 

- Vit skulu taka væl ímóti umboðunum frá Sea Shepherd, sum eru komin til Føroya, og vit skulu fara við teimum, sum vit fara við øllum øðrum ferðafólki.

Tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.

 

Hetta summarið í 2014, verður eitt av okkara mest avbjóðandi summarum, tí Sea Sepherd hevur boðað frá størsti atsóknini ímóti grindadrápi nakrantíð.

 

Les eisini: Mikudagin byrjar stríðið ímóti grundadrápi

 

Men formaðurin í Grindamannafelagnum, sigur, at tey allarflestu eru fitt og fryntlig ungfólk, sum fyrst og fremst eru komin higar at njóta landið, tí tey hava frætt, at vit eru ein fjarskotin og sermerktur oyggjaflokkur.

- At tey so hava nakrar leiðarar, sum vilja nakað annað, er ein onnur søga, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum

 

Les eisini: Skulu raka Sea Shepherd við teirra egna vápni

 

Hinvegin hevur Ólavur Sjúrðarberg eisini eina ávaring.

- Vit mugu ikki upp á nakran syndigan máta lata okkum provokera til at gera nakað býtt og vit mugu undir ongum umstøðan taka til sjálvtekt, sigur hann.     

 

Les eisini: Eiga at gera føroyskan film um grindadráp

 

Men hvat gera vit so, skuldi ein grind komið?

- Lat okkum fáa grindaboðini fyrst, so fáa vit at síggja hvat hendir, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Grindamannafelagnum greiða frá sínum sjónarmiði og koma við góðum ráðum til føroyingar.