Vit taka eingi óráð fyri

Um góðar tvær vikur skulu kvinnurnar í Hoyvík til Ukraina at spæla avgerandi hondbóltsdyst – men tað er ein rættilig krúttunna í hesum døgum

Tað var eitt bragd tá ið kvinnurnar hjá H71 spældu seg í fjórðingsfinaluna og nú skulu tær til Ukraina

##med2##

 

Tað var eitt bragd tá ið kvinnurnar í H71 í Hoyvík, vunnu seg víðari í fjórðingsfinaluna í Evropa-kup. Í fjórðingsfinaluni skulu tær spæla ímóti HC Galychanka Lviv, í Ukreina. Dysturin verður sunnudagin 13. februar.  Men í hesum døgum er støðan í Ukraina rættiliga spent, tí stúrt verður fyri, at russarar fara at gera innrás í landið, men hendur tað, hava londini í vesturheiminum lovað ilt.

 

Anna Dam, forkvinna í H71 sigur, at tey fylgja væl við støðuni, men at bólturin liggur hjá evropiska hondbóltssambandinum, EHF. Hon sigur, at tey fylgja væl við støðuni og tey fara ikki at seta trygdina í vanda.

 

Seinasta vikuskifti vóru tey í H71 í sambandi við EHF og boðini frá teimum eru, at tey fylgja sera gjølliga við støðuni í Ukraina. Men tey vísa á, at Lviv er heilt har vesturi í Ukraina og tann spenta støðan er heilt har eysturi í landinum, og tí hava tey ikki nakra grund til at broyta nakað og sostatt verða dystirnir, sum ætlað.

 

Tá mælti danska uttanríkisráðið frá at ferðast til Luhansk, Donetsk og Krim, sum eru heilt eysturi ímóti markinum til Russlands. Men í gjár var støðan so spent, at uttanríkisráðið í Danmark mælir frá at ferðast til Ukraina sum heild, uttan tá ið talan er um neyðug ørindi.

 

Anna Dam, forkvinna í H71 sigur, at tey fylgja væl við støðuni, men at bólturin liggur hjá evropiska hondbóltssambandinum, EHF. Hon sigur, at tey fylgja væl við støðuni og tey fara ikki at seta trygdina í vanda. Men støðan er tann, at sigur EHF, at dysturin skal spælast, hava tey einki val enn a spæla. Hava vit melda okkum til eina kapping, hava vit skyldu til at spæla dystirnar. Tað tí tað ber ikki til at melda seg til eina kapping og so lata vera við at møta til dyst. Hendir tað, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri H71, tí so fáa tey eina stóra bót, sigur Anna Dam.

 

Lviv, har dysturin er, er heilt har vesturi í Ukraina, einar 60 kilometrar frá markinum til Póllands, og einar 1.000 kilometrar frá Krim, har tann spenta støðan er.

 

Tað eru góðar tvær vikur til dystin og nógv kann henda hesa tíðina og Anna Dam sigur, at tey eru í støðugum samskifti við EHF um støðuna. Men hon sigur, at er niðurstøðan hjá EHF, at dysturin skal verða, hava gjørt av at tey verða í Ukraina so stutt, sum gjørligt. Sostatt koma tey til Ukraina seinnapartin leygardagin og tey fara avstað aftur beint eftir dystin sunnudagin. Sostatt verða tey ikki í Ukraina í meiri enn eitt samdøgur. Hinvegin ætla tey at hvíla seg í Italia á veg til Ukraina.

 

– Tað eru ikki tær bestu fyrireikingarnar, men soleiðis hava vit gjørt av at gera tað, sigur forkvinnan í H71. Hon sigur eisini, at eru tað spælarar, sum ikki hava hug at fara, eru tær sjálvandi vælkomin at verða verandi heima. Men tey hava tosað við spælararnar um støðuna og tær eru allar spentar upp á dystin.

 

Hon leggur afturat, at felagið, sum hevur heimadystin, hevur vissa tey um, at tey gera alt, sum stendur í teirra makt fyri at gera uppihaldið hjá okkum so trygt og væleydnað, sum tey kunnu.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Onnu Dam greiða. frá støðuni á FM1

 

Tað var eitt bragd tá ið kvinnurnar hjá H71 spældu seg í fjórðingsfinaluna og nú skulu tær til Ukraina