Jón Ellendersen
Tá tikið verður samanum í málinum um Lítla Petur, so er tað eitt, eg serliga leggi til merkis: Bæði Tórshavnar kommuna og Karup kommuna tosa um, at tær eru undirlagdar eini lóg, sum tvingar tær at handla sum tær gera. Hvør skuldi sagt: líka mikið hvussu fegnar tær vildu, at Petur varð verandi í Føroyum, so fingu tær einki gjørt! Lógin forðar teimum í at handla rætt!
- Góðasti Gud, hvat er tað fyri lógir, Karup kommuna og Havnar kommuna hava gjørt sum forðar teimum í at gera tað sum er rætt?
- Hvat er tað fyri lógir, sum forða teimum í at fara mannsømiliga fram mótvegis einum barni?
- Hvat er tað fyri lógir sum "noyða" kommunurnar at handla móti øllum lógum um mannarættindi og at handla sum um, at Petur var ein vøttur og ikki eitt barn?
- Hvat er tað fyri lógir, sum sjálvasti Il Duce, Mussolini hevði verið stoltur av?
Løgið, at hvørki borgarstórin í Havnar kommunu ella Karup kommunu leypa í hvør sítt býráð og annar niðan í Løgtingið, hin í Fólkatingið og krevja, at lógirnar verða broyttar, tí fólkið í kommunum sleppur ikki at taka rættar avgerðir.
Hinvegin, so er ein annar løgin ingrediensur í hesum máli: Karup kommuna hevur nokta pápa Petur at hava nakað við dreingin at gera, og til tess at systrarnar skulu verða vardar móti pápanum, er best at tær verða verandi í Føroyum. Men Petur, hann verður uttan himpr kastaður í leyvubølið. Eg meini, Petur er minni mentur at verja seg enn systrarnar. Hann kann fáa størri skaða av viðferðini enn tær.
Men sami pápi, sum vegna harðskap og ólát er noktaður samveru við børnini, hevur størri rætt enn Petur, størri vald enn bæði Karup og Havnar kommuna og sjálvasti landsstýrismaðurin í almannamálum. Altso: Rættindini hjá einum yvirgangsmanni verða tikin fram um rættindini hjá einum barni, sum frammanundan er illa fyri.
Sig mær, hvar er Eyðun Jensen í hesum? Er hann ikki settur sum ovasta kleynan til at verja áhugamálini hjá Peturi, móti áhugamálunum hjá pápanum?
Tað stuttliga er, at hvussu nógv skriv verða send út, nú Petur er farin til Danmarkar, finna vit neyvan eitt einasta fólk í Føroyum, sum trýr hesum skrivum. Eingin trýr uppá, at øll og allir hava gjørt alt teir kundu! Eingin trýr, at øll tey føgru orðini, tey mongu skrivini og lyftir um ditt og datt er annað enn eitt stórt spæl fyri gallarínum.
Eg siti eftir og spyrji meg sjálvan:
- Hvat nyttar demokratiið, tá vit verða noydd at verja børn okkara móti demokratinum, so tað ikki ger av við tey!?!?
- Hvat nyttar at hava sosialar deildir og barnaverndir tá vit hava lógir, sum forða teimum í at gera tað, tey eru sett til?
- Hvussu ber tað til, at føroyskir myndugleikar, tá tað snýr seg um børn, gomul og brekað, handla á sama hátt, sum vit kunnu lesa, teir gjørdu í bókini "Søgan Um Hini" eftir Doris Hansen, har hon skrivar um ræðuleikarnar fyri 50 árum síðani.
Sannleikin er helst, at á sosiala økinum eru vit ikki komin longri. Barnið hevur fingið eitt annað navn, vit rópa sjúklingar fyri brúkarar, og vit siga ikki longur "býtt" ella "svøk", men hugburðurin er hin sami.
Vit vanvirða enn rættindi barnanna og teirra veiku.