Edmund Joensen, Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður
-----
Útbúgving er lykilin til so mangt.
Í Kina er útbúgving ein orsøk til, at landið brátt troðkar USA av sum mætasta land heimsins.
Í Afghanistan ger manglandi útbúgving seg seka í, at tjóðin hongur føst í mentanarligu oyðimørkini. Sjálvt tónleikur er bannaður. Smágentur verða avrættaðar, bert tí tær vilja sleppa í skúla.
Og her í Føroyum verður aldurspyramidan skeiklað, millum annað tí tørvur er á víðari útbúgving í landinum. Ung fara, sum rímiligt er, av landinum at lesa og læra. Hetta er ein orsøk til, at fólkavøkstur er vorðin til fráflyting.
Avbjóðingin hjá dagsins politikarum er her:
Øðrumegin skal ungdómur hava hægri útbúgving. Hinvegin má hetta ikki bera í sær, at Føroyar spakuliga avtoftast.
Betong ella vitan
Toluliga breið semja er um, at eitt universitet á altjóða stigi í Tórshavn kann vera við til at loysa ein part av avbjóðingini við fráflyting.
Tankin er, at eitt sterkt universitet í høvuðsstaðnum ber í sær, at fleiri - heilt ella lutvíst - velja at lesa og læra her heima.
Tankin er góður, og í politiska umhvørvinum taka nógv undir við honum.
Men enn eru neyðugu politisku tøkini ikki tikin.
Nógv snakk.
Fáar gerðir.
Vit vilja heldur spreingja hol í fjøll og leggja asfalt á vegir.
Komið nú!
Skulu vit føroyingar sláa okkum til tols við, at soleiðis er tað bara?
Ella skulu vit hugsa tankan um eitt altjóða universitet fult út - og síðani seta handling aftan fyri tankar og orð?
Henda tíðargrein er hugsað sum ein innbjóðing til øll tey mongu, sum tora og vilja.
Hetta er ein áheitan á lyklaaktørar um at fara til verka saman við eldsálum, ið virka fyri sakini.
Lat okkum fáa altjóða universitetið á føtur í høvuðsstaðnum!
Fólkavøkstur við samstarvi í ríkinum
Í vikuni var áhugaverda tiltakið "Exit Føroyar" á skrá.
Har hevði eg høvi at koma við einum boði uppá, hvussu samstarvið í ríkinum kann vera við til at tálma fráflyting og stuðla upp undir fólkavøkstur í Føroyum.
Ein niðurstøða er, at samstarvið í ríkinum longu er "gearað" til eina felags verkætlan um eitt nýtt altjóða universitet í føroyska høvuðsstaðnum.
Fordømir finnast, og longu nú er samstarv í ríkinum um gransking.
Hetta skapar virksemi, dynamikk og vitan á granskingarstovnum í Føroyum.
Tað ber væl til, um vit bara vilja - og handla.
SALT-samstarv sum fyridømi
Vit skifta málið sundur í tveir partar: ein fysiskan universitetsbygning, og síðani - ikki minst - innihaldið í útbúgvingum og gransking.
Lat okkum umrøða bygningin fyrst.
Í stuttum vísa mínar royndir við at útvega fígging uttaneftir, at uppgávan er avbjóðandi, men tað ber til. Rakstraríløgur eru av náttúr nakað tyngri at fáa í lag enn anleggsíløgur.
Tilgongdin við Projekt SALT á Tvøroyri er eitt feskt dømi. Tá fingust Løgtingið, Fólkatingið og Mærsk-grunnin at fíggja annlegsútreiðslurnar. Tilsamans 40 mió. kr. uttaneftir og 20 mió. kr. úr Føroyum.
Eisini bundu Landsstýrið og Tvøroyarar kommuna seg til árliga rakstrarfígging.
Íleggjarar uttanlands treyta sær typiskt, at rakstrarfígging er frammanundan. Lív og virksemi mugu jú koma inn í bygningarnar, tá teir standa lidnir.
Ymsar meiningar eru um Projekt SALT. Tó er greitt, at endurreisnin av siloini og útvegaða rakstrarfíggingin komu bert í lag, tí fleiri partar í ríkinum lyftu uppgávuna í felag.
Leisturin kann brúkast aftur, tí tað verður neyvan í bræði, at Løgtingið loysir uppgávuna einsamalt.
Føroysk fígging avgerandi
Hugsandi er, at Løgtingið og Fólkatingið luttaka í einari universitetsbygging.
Universitetið eigur náttúrliga at liggja í Tórshavn. Tí eigur høvuðsstaðarkommunan at hava áhuga í at vera við í anleggsfíggingini - møguliga eisini rakstrinum.
Privatir aktørar mugu eisini við. Sterkir grunnar - privatir og almennir - eru í og uttan fyri Føroyar. Her má miðvíst og hart arbeiði gerast.
Sum fólkatingsmaður er undirritaði í løtuni við í verkætlanum, ið krevja útlendska fígging. Projektini skulu vera haldgóð, og treiskni krevst av fyriskiparunum.
Fíggjarar uttan fyri Føroyar luttaka tó neyvan uttan so, at vit sjálvi leggja tilsvarandi á borðið.
Føroysk fígging er avgerandi.
Ymisk modell fyri rakstrarfígging
Raksturin skal, sum nevnt, eisini fáast at bera til.
Løgtingið má spenna seg fyri bróðurpartin av rakstrinum av einum universiteti. Hinvegin er hugsandi, at Fólkatingið eisini kann vera við her.
Eitt ikki roynt hugskot er at umfordeila ein part av umkostningunum við, at føroysk lesandi útbúgva seg á donskum universitetum.
Logikkurin er, at fyri hvønn lesandi, ið velur nýggja universitetið í Tórshavn, er ein minni í skipanini í Danmark, sum eisini er okkara.
Ein sparing har - ein íløga her.
Útreiðsluneutralt fyri statin - gull vert her hjá okkum.
Ein radikalt øðrvísi møguleiki er, at ein grein av t.d. Keypmannahavnar Universiteti verður stovnað í Havn.
Í danska høvuðsstaðnum síggja vit, at universitetini í Århus og Ålborg hava greinar har. Tankin er tí ikki so fjarur.
Um hann letur seg gera, er ein annar spurningur, men kanska er hetta eina roynd vert.
Nýtt institutt í Føroyum
Granskingarsamstørv mugu hugsast væl inn í stóra projektið.
Hóast ikki universitetsmaður havi eg sum fólkatingsmaður luttikið í at stovna granskingarvirksemi í Føroyum ígjøgnum samstarv í ríkinum.
Eisini tað ber til.
Ítøkiliga er talan um granskingarsamstarvið, har ið fokus er á hav- og veðurlagsgransking kring Føroyar.
Havstovan stýrir verkætlanini, sum er eitt samstarv við donsk universitet og stovnar.
Fyrsta PHD-ritgerðin kom út í Føroyum fyrr í ár, og fleiri eru á veg.
Verkætlanin byrjaði í 2007 undir stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen, og higartil hevur danska stjórnin sett uml. 20 mió. kr. í verkætlanina. Føroyski parturin fer av játtanini til Havstovuna.
Visjónin er, at eitt institut fyri hav- og veðurlagsgransking á altjóða stigi verður stovnað í Føroyum - helst á nýggja universitetinum í Tórshavn.
Granskingarsamstørvini eru magnetir, ið draga fólk at sær og skapa vitan á staðnum.
Tað ber til!
Samlaða poengið er, at tað ber væl til at samstarva í ríkinum um ymiskar verkætlanir.
Stórar sum smáar.
Innan útbúgving, gransking, mentan og vinnu.
Hetta vísa royndirnar, ið vit longu hava gjørt.
Einasta treyt er, at vit vilja samstarvið og lata handlingar fylgja orðunum.
Burturúr spyrst virksemi, vitanartung arbeiðspláss og vøkstur.
Tilflyting heldur enn fráflyting.
Tað ber væl til.
Krevst meira enn kærleiki
At enda ein viðmerking til hugsanina um, at trupulleikin við fráflyting loysir seg sjálvan, um føroyingar bara eru nóg góðir við landið.
Fái meg ikki til at taka slíkt í álvara.
Vit eru øll góð við okkara land, og fosturlandskærleiki er eitt útmerkað útgangsstøði.
Men meiri skal til.
Liviumstøðurnar skulu vera góðar. Tað skal vera gott at liva og búgva í Føroyum - eisini tá ið vit samanbera við onnur lond kring okkum og úti í heimi.
Vit mugu koma hagar til, at ung, miðaldrandi og gomul siga, at tað er líka gott at hava tilveruna í Føroyum sum aðrastaðni.
Tástaðni fáa vit veruliga vent gongdini frá fráflyting til tilflyting og fólkavøkstur.
Lat okkum tó byrja við altjóða universitetinum í Tórshavn.