Fríggjadagin vitjaðu elstu flokkarnir úr skúlanum í Sumba í Havn. Tey vitjaðu eisini í blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum. Saman við Arnfinni Bjarkhamar, lærara og foreldrum, kunnaðu tey seg um, hvussu eitt blaðhús sær út og hvussu arbeiðsgongdin er.