Dagfinn Olsen
Danska Ísraelsmissiónin verður stýrd úr Cristiansfeld í Danmark, har skrivstovan er.
Á ferðini í Føroyum hevur Jens Arne Skjøtt vitjað fjølmiðlarnar, havt gudstænastu og verið við til ymisk tiltøk.
Hin Føroyska Ísraelsmissiónin
Hin Føroyska Ísraelsmissiónin hevur ikki mong ár á baki, eini 2 -3, men er nú farin uppí Joined Mission, har Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og nú eisini Føroyar eru við. Hetta er felagsætlan í Tel Aviv, har norðmenn eiga kirkju og finnar hava prest útsendan.
Samkoman er messiansk -kristnir jødar. Ein altjóða samkoma, ið samskiftir á enskum.
Sum danskur prestur hevur Jens Arne Skjøttt danska samkomu í Jerusalem. Har koma eisini føroyingar og norðmenn og eisini sviar. Hvønn leygardag koma millum 30 og 60 ungfólk til gudstænastu. Annars hendir okkurt allar dagar í vikuni. Týsdag verður vanliga víst runt í Jesrusalem og Hebron o. s. fr. Nýggj fólk koma og fara alla tíðina so samkoman verður útskift hvørt hálvár. Tey ungu í samkomuni eru sjálvboðin, ið arbeiða við brekaðum. Eftir hálvum ári hava tey ikki sæð alt, ið er at síggja, men roynt verður at vísa teimum tað mesta.
Tey arbeiða í jødiska býarpartinum, men síggja ikki so nógv av arabiska partinum. Hetta sleppa tey so eisini at síggja.
Trygdin
Um trygdina sigur hann, at hon er í lagi. Men í Hebron t.d. skal ikki nógv til, so er alt á gosi.
- Men vit fáa frið, tí tey síggja at vit eru ikki jødar, vit koma t.d. ikki við maskinbyrsu at vitja. Danir eru vælkomnir allastaðir, millum jødar og palestinar. Vit hjálptu jødum til Svøríkis undir seinna heimsbardaga og vit hjálpa palestinum nú, m.a. við at byggja ein politiskúla.
Tá vit vitja í Gaza t.d., so hava vit altíð ein palestinensa við, so um onkur vil okkum okkurt, so venda tey sær til hansara, greiðir Jens Arne Skjøtt frá.
Hósdagar er flogbóltur á skránni og nú ár 2000 nærkast, so er lesiringur gjørdur, har m.a. lív og gerðir ápostlana.
Týskvøld hava Jens Arne Skjøtt og konan opið hús fyri ungfólki. tey fáa ein góðan bita. Eitt ávíst evni er so á skránni ella tey fáa vitjan. Seinast vitjaði t.d. Steffen Jensen frá Danmarks Radio. Hann greiddi frá um politisku støðuna. Annars kann tað.t.d. vera ein krisitin jødi ella kanska ein kristin frá Palestina.
Arbeiðsloysi
Um støðuna sum heild í Ísrael og Jerusalem sigur Jens Arne Skjøtt, at hon broytist frá degi til dags.Nú er langt síðani nøkur bumba er brostin, so fólk eru í rólig og upptikin av friðarsamráðingunum.
Spurdur um aktuellu støðuna, sigur Jens Arne Skjøtt, at gerandistrupulleikin er, um arbeiði er at fáa ella ikki. Serliga hava palestinar trupulleikan, men eisini jødar. Millum jødar er arbeiðsloysið um 10% og tað er nógv, tí har er ikki sama trygdarnet, sum á okkara leiðum,
vísir Jens Arne skjøtt á.
- Har eru vit í norðurlondum eisini í serstøðu. Og hví skulu hini vara sum vit. Vit eru komin so langt við áralongum royndum. Tey hava bert 50 ár á baki. Men á Vestara Áarbakka kann arbeiðsloysið vera um 40% millum palistinar og har er trygdarnetið enn minni. Har
mugu familjurnar standa saman, sigur Jens Arne Skjøtt.
- Har hava tey eisini ein annan trupulleika. Har eru jødar fluttir út á onkran heygg og hava píkatráð rundanum og portur í. Av og á, so økja teir um pláss sítt. Sostatt mugu teir taka nakað av jørðini, ið er uttanfyri. Sjálvsagt verða palistinarar argir, tí teir siga seg eiga økið.Teir vóru jú eisini fyrstir. Hetta skapar sjálvsagt trupulleikar. Men.... ..Makt: eini parturin hevur maskinbyrsur og hin steinar, so tað er ikki trupult at gita hvør vinnur, um teir bresta saman, greiðir Jens Arne Skjøtt frá.
Heta er tó ikki nakað, sum fólk í býnum merkja, tí hetta er uttanfyri býin.
Ein ferkilometur
Spurdur um trupulleikin ikki er, at Jersualem er heilagt stað hjá so nógvum ymsum fólkasløgum svarar Jens Arne Skjøtt, eftir at hava verið ígjøgnum skjóta gjøgnumgongd av søguligum faka, at kristin nokk ikki krevja rættindi til býin. Harafturímóti eru tvey onnur
fólkasløg, ið siga seg vilja hava býin. Men ikki allan býin. Bert gamla býarpartin, ella kanska bert ein ferkilometur, ella minni.
Hetta er so trupulleikin, sum skal loysast. Og tað eru tey so í ferð við nú, greiðir Jens Arne Skjøtt frá, og sipar til friðartingingarnar.
Know-how
Annars hevur ferðin til Føroya eisini nakað við Know-how at gera. At samskifta millum missiónirnar og læra av royndum hjá hvør øðrum. Samstundis ynskir Jens Arne Skjøtt eisini at bjóða teimum føroyingum, ið koma til Ísralels, vælkomnum at seta seg í samband við seg
og missiónina.
Jens Arne skjøtt fór aftur til Danmarker í gjár, har verður hann í 14 dagar og skal greiða frá sínum arbeiði í Jerusalem í ymsum donskum samkomum.