Føroyski landsliðsmálverjin hjá kvinnum, Viviann Petersen, sum seinastu árini hevur staðið í mál hjá VÍF í Føroyum, fer komandi kappingarár at royna seg í íslendskum hondbólti. Har hevur hon gjørt avtalu við íslendska felagið Selfoss, sum spælir í bestu íslendsku deildini.
Tað váttar Viviann Petersen fyri in.fo.
- Tað er rætt at eg havi gjørt avtalu við Selfoss í Íslandi. Venjarin hjá Selfoss setti seg í samband við meg og spurdi um eg var áhuga at koma til Íslands at spæla komandi kappingarár. Tað havi eg sagt ja til, og í fyrsta umfari er ætlanin at vera í Íslandi til í mai komandi ár, sigur Viviann Petersen.
Sostatt missir VÍF ein av sínum lyklaleikarum til komandi kappingarár. Besta deildin í hondbólti hjá kvinnum í Føroyum byrjar seinast í september.