Fyrr í vikuni kom fram, at danska fyritøkan, Vivino, sum føroyingurin, Heini Zachariassen hevur stovnað, hevur fingið nógvan nýggjan kapital.
Í tíðindaskrivi varð boðað frá, at Balderton Venture Capital og aðrir íleggjarar hava sett 10,3 milliónir dollarar í Vivino við tí fyri eyga at gera innrás á amerikanska marknaðin.
Við nýggju íløguni, hevur felagið hjá Heina Zachariassen samanlagt útvegað sær 12,4 milliónir dollarar í kapitali, síðan felagið varð stovnað fyri nøkrum árum síðan. Tað svarar til slakar 60 milliónir krónur.
Frammanundan høvdu Janus Friis, hann sum á sinni stovnaði Skype saman við øðrum, og íløgufeløgini Seed Capital og Creandum, sett pening í, men hesaferð er talan um ein íleggjara uttanfyri Skandinavia, og tað hevur stóran týdning. Sambært Berlingske Tidende heldur Balderton Capital til í Silicon Valley, men móðurfelagið er úr Evropa og hevur høvuðssæti í London.
Danska blaðið ger nógv burturúr, at Janus Friis setur pening í "føroyska" felagið í Danmark, og sjálvt um tað frøir Heina Zachariassen, at Skype-stovnarin framvegis er við, harmar tað hann, at íløgan hjá Balderton verður skumpað eitt sindur til viks.
- Tað stutta av tí langa er, at allir verandi íleggjarar seta meira pening í felagið, tí teir síggja stórar møguleikar í tí. Men tað er eisini, at Balderton Venture Capital setir tann størsta partin av nýggja kapitalinum í. Tí er tað eitt sindur harmiligt, at tann sannroynd, at ein stórur útlendskur íleggjari hevur fingið eyguni upp fyri okkara felagi dettur burtur í, at Janus Friis eisini setur meira í. Men vit fegnast um, at íleggjarar halda Vivino vera áhugavert, sigur Heini Zachariassen við Portal.fo.
Nýggi kapitalurin skal millum annað brúkast til eina innrás á amerikanska marknaðin. Í tí sambandi flytir Heini Zachariassen til USA seinni í ár fyri at seta upp tað, sum skal gerast har yviri.
- Hetta er eitt øgiliga stórt stig fyri okkum. Vit hava nú tvær milliónir skanningar um mánaðin, og tí halda vit tíðina vera rætta til at taka hetta stigið, sigur Heini Zachariassen.
Hann fegnast um, at nýggir íleggjarar leggjast afturat, tí skal felagið koma víðari, skal meira peningur til.
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at íleggjararnir trúgva uppá verkætlanina, tí tað gevur okkum arbeiðsfrið. Vit eru sjálvandi bæði errin og fegin um, at Balderton setur so nógvan pening í, sum íleggjarin ger, men vit fegnast eisini um, at hinir íleggjararnir ikki vilja missa ognarpart í felagnum. Tí hava teir eisini sett meira í, sigur Heini Zachariassen.
Heini Zachariassen er framvegis størsti partaeigari í Vivino.