Vøkur góðynski frá Viljormi til ungdómsliðfelagan Christian Eriksen

Viljormur Davidsen, Teitur Matras Gestsson og Christian Eriksen kennast frá ungdómstíðini í OB

Heilsanin frá Viljormi Davidsen til ungdómsliðfelagan í OB, Christian Eriksen

Heilsanin frá Viljormi Davidsen til ungdómsliðfelagan í OB, Christian Eriksen

Teir kennast frá ungdómstíðini í OB á Fjóni í Danmark, og teir eru um sama aldur, eru 29 ár ella fylla 29 ár seinni í ár.

 

Talan er um føroysku landsliðsspælararnir, Viljormur í Heiðunum Davidsen og Teitur Matras Gestsson, og donsku landsliðsstjørnuna, Christian Eriksen sum nú liggur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn aftaná hann small um á vøllinum í EM-dystinum móti Finnlandi í Parkini Í Keypmannahavn ígjár. 

 

Longu 16 ára gamal fór Christian Eriksen víðari til Ajax Amsterdam í Niðurlondum, og hevur higartil havt eina glæsiliga yrkisleið sum fótbóltsspælari.  

 

Christian Eriksen sum hevur fingið nógvar vakrar heilsanir úr mongum ymiskum londum hevur eisini fingið eina vakra heilsu frá Viljormi Davidsen við bestu góðynskum um skjótan og góðan betring.

 

Talan er um eina sjónvarpsmynd tikin aftaná venjingardystin millum Danmark og Føroyar í Herning í fjør, tá Teitur Matras Gestsson ikki var so langt frá at bjarga einum brotssparki hjá Christiani Eriksen.

 

Á myndini síggjast teir tríggir ungdómsliðfelagarnir práta um farnar dagar.

 

Vónandi verður høvið aftur til tess á Tórsvølli 4. september tá Føroyar og Danmark spæla HM-undankappingardyst. 

 

Heilsanin frá Viljormi Davidsen til ungdómsliðfelagan í OB, Christian Eriksen

Heilsanin frá Viljormi Davidsen til ungdómsliðfelagan í OB, Christian Eriksen