Vokalbólkurin Mpiri á konsertferð

tíðindaskriv

Føroyski vokalbólkurin Mpiri, sum er samansettur av 13 ungum sangarum í Keypmannahavn, fer í vár at hava tríggjar konsertir í Danmark. Tann fyrsta verður mikukvøldið 4. mai í Rundatorni.
Sangskráin hevur 'Sorrig og glæde' sum tema. Kenda sálmaørindið hjá Kingo er karmurin um konsertirnar, har gleðin og sorgin í tónleiki og teksti ?vandre til hobe?. Skráin er samansett av nýggjum føroyskum kórtónleiki settur saman við donskum og evropeiskum kórtónleiki og skald-skapi. Bólkurin arbeiðir nógv við at hava ørðvísi konsertir, har til dømis improvisatión, ljóðroyndir og upplestur verður blandað við kórsangi. Eisini verður arbeitt við skiftandi kóruppsetingum, rørslu og serligum búnum.
Sungin verða verk hjá Vagn Holmboe, Tróndi Bogasyni og Paula í Sanda-gerði, ið allir eru kend tónaskøld í Føroyum. Men eisini verk eftir til dømis Per Nørgård, Einojuhani Rautavaara, Thomas Tomkins og Tjajkovski. Á konsertini luttaka 3 slagverks-leikarar, millum annað tann ungi føroyingurin Rúni Mouritsen. Farið verður tónleikaliga frá tí lívliga til tað stillføra; frá tí vakra til tað svaka; frá renesansuverkum til heilt nýskrivað-an tónleik.