Vónin um heiðursmerki brast

Sverri Nielsen lá væl fyri næstan alt strekkið, men so kom rættiliga stígur í

Vónin um at Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, skuldi vinna eina olpympiska medalju, er brostin.

 

Hann hevði annars vunnið seg í finaluna í single scullaranum og hann hevur verið ein av teimum heilt stóru heiðursmerkja-vónunum á danska ol-liðnum.

 

Hann kom eisini væl frá startinum og lá á einum heiðursmerkjaplássi næstan alt strekkið, men tá ið eini 300 metrar vóru eftir, kom stígur í hjá honum og hann fór at drgna hann og úrslitið var, at hann endaði afturi á fjórða plássi – men bara 0,15 sekund frá bronsuheiðursmerkinum.

 

Ístaðin var tað grikkin, sum, heldur óvæntað, fór við gullinum, norðmaðurin fór við silvurin og kroatin fór við bronsuni.