Heri og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-2 men vunnu dystin 3-2

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen vendu einum hóttandi tapi til sigur

Heri Hjalt Mohr spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Strømmen spældu dyst á útivølli móti Grorud í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá ein tími var leiktur av dystinum sá einki út hjá Strømmen. Tá var Grorud á odda 2-0.

 

10 minuttir seinni minkaði Jonas Bruusgaard um munin fyri Strømmen. Tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Maximilian Balatoni til 2-2, og fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat tryggaði Anders Nord Strømmen sigurin, og so kundu Heri og liðfelagarnir stórfegnast.

 

Strømmen er nummar fýra í deildini við 19 stigum. Teir eru seks stig aftanfyri oddaliðið, Skeid Oslo sum er fremst við 25 stigum.

 

Sunnudagin 16. juni klokkan 14 tekur Strømmen móti Junkeren á heimavølli.